Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Fámjinstunnilin borast nú

02. Okt 2018

Suðuroyar Sambandsfelag heldur, at tað er nógv, sum talar fyri, at tunnilin til Fámjins verður boraður nú og ikki um 2-3 ár ella ongantíð. Farleiðin millum Øravík og Fámjin er so mikið trupul um veturin, at tað nógvar dagar ikki er koyrandi ella hættisligt at koyra. Slíkar flutningsumstøður saman við fólkaminking í bygdini, leggur bara stein oman á byrðuna. Politiski myndugleikin má síggja henda veruleika í eyguni og raðfesta hareftir - bora Fámjinstunnilin nú

les meir

Teldutøka savnið hjá Beta files

02. Okt 2018

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning um teldutøka savnið hjá Beta files, settur landsstýris­manninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

les meir

Magnus spyr um inntøkur til landskassan frá fiski- og alivinnuni

02. Okt 2018

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um inntøkur til landskassan frá fiski- og alivinnuni. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

les meir

Ongin heimild at krevja talgilt samskifti

01. Okt 2018

Í viku 38 kunnaði Tórshavnar kommuna um, at í staðin fyri at skriva seg upp á ein bíðilista til dagstovnapláss, skulu foreldur eftir 1. oktober 2018 sjálvi bóka sær ansingarpláss í eini talgildari skipan.

les meir

Fíggjarlógin 2019: Stórt avlop, minkandi skuld og íløgur í framtíðina

01. Okt 2018

Stórt avlop, varligur rakstrarvøkstur og fleiri miðvísar raðfestingar, sum flyta Føroyar fram á leið á mongum økjum. Hetta var boðskapurin, tá ið Kristina Háfoss, landsstýrsikvinna í fíggjarmálum, fyrrapartin legði fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Hetta er fjórða fíggjarlógaruppskotið hjá sitandi samgongu.

les meir

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík verður boðin út komandi vár

01. Okt 2018

Ætlanin er at bjóða Húsarhaldsskúlan í Klaksvík út á vári 2019. Tað svarar løgmaður í einum § 52a fyrispurningi frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.

les meir

Toskakvotan á Flemish Kap hækkar upp í sløk 4000 tons

01. Okt 2018

Á ársfundinum hjá NAFO í seinastu viku varð avgjørt at hækka heildarkvotuna fyri tosk á Flemish Kap upp í 17.500 tons fyri 2019. Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni. Sostatt hækkar føroyska kvotan 1420 tons, úr 2491 tonsum upp í 3911 tons.

les meir

Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi

30. Sep 2018

Í grein her á VP seinnapartin staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at byggingin av nýggjum Sjóvinnustýri í Vágum er skorðin burtur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum varð lagt fram fyrrapartin.

les meir