Uttanríkisráðharrarnir í útnorðurlondunum hittast í Føroyum
21. Aug 2016
Í døgunum 20. til 23. august vitja Vittus Qujaukitsoq og Lilja Alfreðsdóttir, uttanríkisráðharrar í Grønlandi og Íslandi í Føroyum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur boðið tey til Føroyar at viðgera hvussu samstarvið millum londini í útnorðuri kann mennast.