Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Parkering á víkiplássum elvir til ferðslutrupulleikar

14. Jul 2019

FERÐSLA: Smærru lágferðsluvegirnir til væl umtøktu ferðamálini hjá bæði føroyingum og útlendingum eru alsamt meira belastaðir av akførum, sum verða parkeraðir á víkiplássum. Eitt nú á vegunum til Kirkjubøar, Gjáar, Tjørnuvíkar, Saksunar og Runt Agnið. Landsverk fer nú undir at seta upp forboðsskeltir fyri at fáa loyst trupulleikan við skeivt parkeraðum akførum. Somuleiðis er hetta ein trupulleiki á parkeringsplássum í onkrum av bygdunum.

les meir

Statsministerens samtaler med den nominerede Europa-Kommissionsformand, NATO’s generalsekretær og FN’s generalsekretær

14. Jul 2019

Statsminister Mette Frederiksen har afholdt de første telefonsamtaler med den nominerede kommissionsformand Ursula von der Leyen, NATOs generalsekretær Jens Stoltenberg og FN’s generalsekretær António Guterres. Under samtalerne har statsministeren udtrykt sin støtte til de internationale institutioner, der udgør fundamentet for Danmarks velstand og sikkerhed.

les meir

Tá flotin veksur verður minni í part

13. Jul 2019

Útróðrarbátar í bólki 5B hava ongar fiskidagar eftir í ár. Hetta merkir, at um einki verður gjørt, so er teirra jólaferia longu byrja her í fyrru helvt juli mánaði. Tey somu sum hava ásett talið av fiskidøgum, royna nú av øllum alvi at finna loysnir, so at sleppast kann undan teirra egnu áseting.

les meir

Bygdaleiðir atkomuligari og umhvørvisvinarligari komandi 7 árini

13. Jul 2019

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, fegnast um, at nú kunnu Strandfaraskip Landsins bjóða øllum, sum koyra við Bygdaleiðum komandi 7 árini, eina dygdargóða tænastu við umhvørvis- og brúkaravinarligum bussum.

les meir

Kjarnumál 3: Parttíðar størv

13. Jul 2019

VIDEO: Starvsmannafelagið hevur kosið sær 6 kjarnumál í valárinum 2019. Síggj og hoyr stjórnmálafrøðingin, Regin Berg, sum hevur samskipað verkætlanina, greiða nærri frá kjarnumáli 3: Parttíðar størv

les meir

Útróðurin má ikki steðga

12. Jul 2019

Tað er eyðsæð, at ein bráfeingis loysn má finnast í veiðibólki 5, so útróðrarflotin ikki verður lagdur restina av árinum. Og eg havi alla orsøk at vænta, at tey longu eru í ferð við at snikka eina loysn saman í Fiskimálaráðnum.

les meir

Flóðaldur 29. - 30. juni 2019

12. Jul 2019

Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hetta fyribrigdi sýntist sum flóð og fjøra, men við sera stuttum millumbili, tí bert fáir minuttir vóru millum flóð og fjøru. Í Havn, har tað vanliga er sera lítil munur á flóð og fjøru, flutti vatnstøðan seg meiri enn ein metur og fløddi upp um keiina í Vágsbotni. Frásagnir eru um, at tá tað fjaraði, stóð onkur bátur á botni. Nógv filmsbrot vóru at síggja í miðlunum, eitt nú á Facebook, og eitt dømi er at síggja her.

les meir

Umhvørvisárinsmeting av vindmyllum í Porkerishaga

12. Jul 2019

SEV ætlar at seta sjey vindmyllur upp í haganum millum Hov og Porkeri í 100 – 300 metra hædd. Myllurnar eru av slagnum Enercon E-44, og eru 900 kW hvør, og fara at framleiða umleið 20 GWh av grønari orku um árið, ella tað sama sum nýtsluna hjá umleið 4.000 sethúsum.

les meir