Framløgudagur hjá Fiskivinnuroyndum
20. Feb 2018
Føstulávintsmánadag, 12. februar 2018, høvdu Fiskivinnuroyndir sín árliga framløgudag á Hotel Føroyum, har greitt varð frá um verkætlanir, ið Fiskivinnuroyndir hava stuðlað. Evnini fevndu víða, heilt frá kanningum av tilfeingi og royndum við fiskireiðskapi , til góðskuoptimering, virðisøking og marknaðarføring.