Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Ein neyðugur hjálparpakki til føroyska búskapin

18. Mar 2020

Hjálparpakkin, sum Landsstýrið legði fram á tíðindafundi seinnapartin í dag, er eitt neyðugt stig at avmarka avleiðingarnar av COVID-19 tiltøkunum fyri føroyska búskapin. Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at øll politiska skipanin stendur saman um hjálparpakkan.

les meir

Viðvíkjandi støðuni í Spania og á Kanarisku oyggjunum

17. Mar 2020

Spanska stjórnin kunngjørdi leygarkvøldi, at neyðstøða nú var galdandi um alt landið, eisini á Kanarisku oyggjunum, har fleiri føroyingar eru. Neyðstøðan inniber millum annað stórar avmarkingar á ferðafrælsið í landinum. Frá í morgin, mánadegnum, skulu allir borgarar vera inni. Forboð er ímóti tiltøkum og samkomum; bara handlar og stovnar sum selja neyðsynjarvørur sleppa at hava opið.

les meir

Tímalønt hava nú rætt til eftirløn, vaktar- og praktikviðbøtur og nýtt endastig

17. Mar 2020

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava undirskrivað semju um nýggjan sáttmála

les meir

Kunning til føroyingar uttanlands

17. Mar 2020

Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Atlantic Airways avmarkar flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París.

les meir

Læknavaktin 1870 og corona linjan

17. Mar 2020

Trýstið á bæði læknavaktina 1870 og á corona linjuna hevur verið sera stórt seinastu dagarnir, sum hevur havt við sær, at tað hevur verið trupult hjá fólki við bráðfeingis sjúkum at fáa samband við lækna.

les meir

Hjálparátøk til vinnufyritøkur

16. Mar 2020

Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðir saman við Landsstýrinum við at finna loysnir, sum kunnu betra um viðurskiftini, hetta fyri at avmarka ávirkanina á størv og fyritøkur.

les meir

Flogferðslan munandi skerd

16. Mar 2020

Allir føroyingar, sum búgva í Føroyum og eru staddir uttanlands, eiga at koma heim sum skjótast. Tað mælir løgmaður staðiliga til.

les meir

Serskipan fyri barnaansing

16. Mar 2020

Hósdagin var boðað frá, at allir næmingar skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars at rokna. Hetta hevur havt við sær, at longu í dag er at kalla eingin skúlagongd. Tað sama er galdandi fyri dagstovnar og frítíðarskúlar, sum kommunurnar hava ábyrgd av.

les meir