Mentan
Stuðulin til ítróttin minkar 11 prosent í 2021
28. Aug 2020
Um landsstýrið ikki hækkar játtanina til ítróttin minst 1,5 milliónir krónur næsta ár, so lækkar stuðulin til sambondini undir ÍSF 11 prosent. ÍSF hevur greitt landsstýrinum frá støðuni, men hevur enn einki frætt aftur
les meir
Løgmaður og Mette Frederiksen viðgjørt ríkisfelagsskapin
27. Aug 2020
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava á fundi týsdagin viðgjørt samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
les meir
Magna Charta Universitatum: Umsóknin hjá Setrinum er góðkend
27. Aug 2020
Magna Charta Observatory hevur nú góðkent umsóknina hjá Fróðskaparsetri Føroya at skriva undir Magna Charta Universitatum, har meira enn 900 altjóða universitet standa frammanundan. – Hetta er eitt týðandi stig í okkara stevnu at gerast eitt nútímans universitet á altjóða stigi, sigur Chik Collins, rektari, sum frøist um, at yvirlýsingin nú eisini er á føroyskum
les meir
Landsstýrið broytir fleiri koronaskipanir
27. Aug 2020
Landsstýrið hevur gjørt av at endurskoða fleiri koronaskipanir, ið hava virkað seinastu mánaðirnar. Tað er nú greitt, at víðkaða dagpeningaskipanin, ið eisini fevnir fólk í sóttarhaldi, verður longd fram til 31. oktober. Eisini verður lógarheimildin at lata skeinkistøð aftur longd fram til 31. oktober. Í sama viðfangi verður tað møguligt hjá skeinkistøðunum at fáa endurgjald fyri mistar inntøkur hetta tíðarskeiðið.
les meir
Freistin at søkja um covid-19 stuðul er 31. august
27. Aug 2020
Ítróttafeløg og sambond innan ítróttin kunnu søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið í juli oyramerkti fýra milliónir krónur til endamálið
les meir
Hvør segði frá flogvanlukkuni í Mykinesi?
26. Aug 2020
Vit vóru teirra millum, sum stóðu í komuhøllini á flogvøllinum 26. september 1970. Vit bíðaðu eftir flogfarinum, sum verfaðir skuldi við. Tá ljóðaði í hátalaranum:...
les meir
Vár Honnudóttir byrjar í starvi í Fólkaheilsuráðnum
26. Aug 2020
Vár Honnudóttir, cand.scient.san.publ, byrjar í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum pr. 1. september. Vár er kanditatur í Fólkaheilsufrøði og hevur hollar royndir við hagfrøðiligum greiningararbeiði. M.a. hevur Vár fyrr starvast í Fólkaheilsuráðnum í sambandi við greiningararbeiði.
les meir
Tvey “Vegurin sum arbeiðspláss” skeið
26. Aug 2020
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri tveimum “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum. Annað er fullteknað, meðan fá pláss eru eftir á hinum skeiðinum.
les meir
















