Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Føroyar er eisini mítt land

23. Sep 2013

“Uppliva FØROYSKT og FØROYINGAR í Danmark - Vit elska at vera FØROYINGAR í Danmark” – hetta er smákomiska sloganið hjá tiltakinum “Míttland”, sum verður í Keypmannahavn.

les meir

Føroyskur skaldskapur um alt Brússel

23. Sep 2013

Frá hesi vikuni til 21. oktober verður ein føroysk yrking at síggja millum yrkingar úr 25 londum í bussum, sporvognum og í metro’ini í høvuðsstaðnum hjá ES.

les meir

Valkyrja hjá Týr er eitt satt meistaraverk!

23. Sep 2013

Valkyrja hjá Týr er eitt satt meistaraverk!

les meir

Hví vil samgongan ikki seta ein kanningarstjóra?

22. Sep 2013

Enn hanga ein røð av ivamálum og spurningum í leysum lofti viðv. leikluti løgmans og hjá fyrrverandi innlendismálaráðharranum í málinum um Eysturoyartunlinum. Hetta mál dálkar...

les meir

Umleið hundrað hval

22. Sep 2013

Grindin, sum funnin var norðan fyri Hósvík, var um niggjutíðina hildin til í Hvalvík. Ein leyslig meting sigur, at grindin er góðar 100 hval. Hvalirnir...

les meir

Sniðálop á Skálafjarðartunnilsverkætlanina!

22. Sep 2013

Eftir at Føroya Løgting fleiri ferðir hevur samtykt og harvið staðfest, at Skálafjarðar-tunnilin skal gerast við eini linjuføring, ið inniheldur eina rundkoyring, so fremur ein arbeiðsbólkur, við Landsverk á odda, nú eitt satt bakbit við eini stabbabrúgv. Hetta verður gjørt móti Skálafjørðinum, sum tann nattúruhavn fjørðurin er, umframt, at hetta er ímóti teimum ætlanum um útbygging í økinum og viljanum hjá kommununum við fjørðin.

les meir

Brúgvin um politiskar væmingar og vaggandi gjálv

21. Sep 2013

Ætlanin um gerð av Tangafjarðartunlinum, sum kom brestandi út úr politiska móðurlívinum við afturpartinum fyri, er løgd í eina prosess, har hon annaðhvørt verður egg ella ungi. Eftir uppgangin av vitleysu CIP-loysnini setti Landsstýrið ein arbeiðsbólk niður, spekkaður við embætisfólki av ovastu rókum, at snikka til eitt tilmæli, um hvussu farast skal fram í málinum, sum higartil er størsta einstaka infrakervisætlan í Føroya søgu. Ein niðurstøða hjá bólkinum er, at: “Tapið fyri brúkaran er nógv størri í eini privatari verkætlan óansæð privata rentukostnaðin (uml. 3,5 mia. kr.) – tí hann vil optimera eftir hægsta umsetningi – og tí er hendan loysnin vald frá.”

les meir

Vælvitjað kunningartiltak á Norðuratlantsbryggjuni

21. Sep 2013

Sendistova Føroya í Danmark skipaði seinnapartin í gjár fyri kunningartiltaki á Norðuratlantsbryggjuni um silda- og makrel málið. Endamálið við kunningartiltakinum var at greiða nærri frá støðu Føroya í silda- og makrel málinum við ES. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Bjørn Kunoy, doktari í løgfrøði, røddu um, hví føroyskir myndugleikar hava gjørt av at skjóta ósemjuna við ES inn til ein altjóða gerðarætt.

les meir