Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Yvirtakið løgregluna nú!

24. Apr 2014

Nú er hóttafall um at koma á skipan okkara. Vit tosa um avlurting og innflytarar. Felags fyri hesi mál er at tað gongur út av lagi illa at samstarva millum føroyskar og danskar myndugleikar.

les meir

Lív aftur í Vága Tjóðveldisfelag

23. Apr 2014

Vága Tjóðveldisfelag hevði eykaaðalfund í Beitishúsinum í Miðvági týskvøldið, har nýggj trý-mannanevnd varð vald at standa fyri eini endurreisn av felagnum, sum hevur verið rættiliga óvirkið seinastu árini.

les meir

Kanska er tað bara spæl

23. Apr 2014

Hanni Bjartalíð í Steinprenti

les meir

Tað góða lívið – kjak um sosialpedagogikk

23. Apr 2014

Sosialpedagogiskt arbeiði er at stuðla og bjóða fram professionella hjálp og vegleiðing til børn, ung og vaksin, ið hava brúk fyri serstakari hjálp og stuðli til at taka aktivt lut í gerandislívinum, í sosiala felagsskapinum og samfelagslívinum.

les meir

Mutur?

23. Apr 2014

Vit hoyra javnan um mutur í útlondunum, meðan tað herheima hjá okkum valdar lóg og landaskil, vit liva í sátt og semju og eru nakað fyri hvønn annan. Eitt sokallað gott kristi fólk. Ikki satt?

les meir

Avlurting ella avlaðing

23. Apr 2014

Lívið er fult av tvístøðum. Aftur og aftur standa við sum menniskju við valinum millum tvinnar kostir, har hvørgin er mjúkur. Sum foreldur ynskja vit ongantíð at koma í ta ræðuligu støðu at skula velja millum okkara egnu børn – at vraka ein og velja hin. Í politikki eiga vit eisini børn, hjartabørn. Hjartabørn kunnu vera mál ella virðir, sum vit fyri ongan prís vilja selja. Sum ikki eru til sølu.

les meir

Loysingarpolitikkur á Bryggjubakka Flaggdagin kl. 17:15

23. Apr 2014

Søgufrøðingurin Jákup Thorteinsson, dr. phil, sáli, var fyri 10 árum síðani biðin um at skriva søguna um loysingarrørsluna og politikkin, sum er komin úr hennara kjalarslóð. 2. apríl 2004 varð sáttmáli undirritaður ímillum Fólkatingsgrunnin og Jákup, ið hevði til endamáls at greina henda partin av Føroya søgu, og báðir partar vóru samdir um, at søgumaðurin hevði frítt at fara uttan okkara íblanding yvirhøvur. Tað var týdningarmikið, at tey søguligu objektivu eyguni skrivaðu hesa søguni, og ikki tað subjektiva partapolitiska sjónarhornið, sum bara hevur partvíst søguligt virði. Bókin er slóðbrótandi søguverk, við nógvum nýggjum upplýsingum og greiningum, og hartil er hópurin av myndum í bókini, sum higartil ikki hava verið almennar.

les meir

Granskari: Varskógvarar mugu verjast

23. Apr 2014

WHISTLEBLOWER: Óreglusemi og korrupsjón er til alla staðni, har menniskjur eru. Um fólk við innliti ikki við hvørt seta tagnarskyldu og loyalitetsskyldu til síðis og rópa varskó, so verða týðandi mál duld fyri almenninginum, og tað er ein hóttan ímóti fólkaræðinum. Men prísurin fyri at varskógva kann vera ógvuliga høgur, sigur Heini í Skorini, sum skrivar ph.d.-ritgerð um talufrælsi.

les meir