Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Lions handaði 75.000 krónur

22. Sep 2014

Sjóndepilin fekk í gjár tveir kekkar, ein upp á 50.000 og ein upp á 25.000 krónur, sum var stuðul frá tveimum Lions-tiltøkum, ávikavist ólavsøkuframsýningini og stórsteypadystunum

les meir

Børn og starvsfólk hjá ABC barnahjálp í Liberia, takka fyri stuðilin

22. Sep 2014

Børn og starvsfólk hjá ABC barnahjálp í Liberia biðja okkum takka føroyingum so hjartaliga fyri fíggjarligan stuðul og forbønir. Tey eru ógvuliga bangin og heita á okkum um framhaldandi at biðja fyri teimum. Tíbetur hevur eingin av okkara børnum og starvsfólkum fingið sjúkuna.

les meir

Stórsteypadystir um Lionsbikør

21. Sep 2014

Í morgin, sunnudagin 21. september, verða teir báðir stórsteypadystirnir í hondbólti hjá kvinnum og monnum spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Ágóðin frá teimum báðum stórsteypadystunum kemur hesaferð Sjóndeplinum til góðar.

les meir

Børn við serligum rættindum

21. Sep 2014

Fyri tíð síðan fingu vit í Føroya Pedagogfelag eitt skriv frá einum námsfrøðingi, ið hevði starvast í fólkaskúlanum sum stuðul hjá einum næmingi, sum hevði innlæringstrupuleikar og aðrar avbjóðingar. Eg havi fingið loyvi at endurgeva úr brævinum, sum eg haldi lýsir væl avbjóðingina, sum námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum standa við í gerandisdegnum, umframt at brævið lýsir tað góða arbeiði, sum verður gjørt fyri einstaka barnið...

les meir

Vísindalig frágreiðing um svartkjaft

21. Sep 2014

Strandarlondini samtyktu á heysti í 2009 at seta ein verkabólk at gera eina vísindaliga frágreiðing um svartkjaftastovnin í norðurhøvum.

les meir

Býarbókasavnið bjóðar nú eisini lesiringar til ungdómin

21. Sep 2014

Býarbókasavnið fer aftur í holt við vælumtóktu lesiringarnar, har fólk hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið. Fyrsti fundur verður mánakvøldið 29. september, kl. 19. Á hesum fundi verða lesiringarnir skipaðir, og nýggir luttakarar hava høvi at melda seg til.

les meir

Fá tær eina glóð og byrja fyri teg sjálvan

20. Sep 2014

Ófatiligt at Óli Breckmann, við so mongum politiskum líkum í lastini, kundi sleppa at føra seg fram sum ein sunnudagsskúlaærarari, sum m. a. bað kvøldbønir við børnunum og annars rósti teimum ymsu samfelagsbólkunum, meðan tann sanni Óli einamest er kendur fyri at hava verið við til skjalafalsan, og annars at níta alla sína politisku orku til at kúga og háa øll tey, sum hann hevur kunnað rokkið i sínum ekstremt høgraradikala virksemi.

les meir

-- Føroyar hava framvegis munin

19. Sep 2014

Nú var fólkaatkvøða í Skotlandi tann 18. september.

les meir