Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Trupult fyrrenn endaligi fíggjarleisturin fyri eldraøkið er staðfestur

30. Sep 2014

Mennandi fíggjarætlan við sama skattaprosenti Nógvar verkætlanir og nýggjar prioriteringar eru í framlagda uppskotinum, inntøkurnar eru vaksandi og talan er um eina mennandi fíggjarætlan við óbroyttum skattaprosenti og einum barnafrádrátti á 8.000 krónur.

les meir

Tá vitan hevur stert

30. Sep 2014

Føroyingar vilja byggja eitt ‘vitanarsamfelag’ og í hesum samanhangi kemst ikki uttanum at havið og fiskurin eiga eitt heilt serligt pláss – men duga vit nóg væl at skipa okkara vitan fyri at tryggja framtíðar møguleikar sum best?

les meir

Álit viðvíkjandi klagu um innlit í upplýsingar útvegaðir til gerð av hagtølum

30. Sep 2014

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Vørn sýtti eini umbøn um innlit í upplýsingar um avreiðingarprísir.

les meir

Hýra ávegis í meira enn hálvt fjórða ár

30. Sep 2014

Manningin á Atlantsfarinum hevur nú loksins fingið pengarnar, hon átti til góðar fyri ein túr í januar 2011. Formaðurin í Fiskimannafelagnum argast um, at tað skal vera neyðugt at stríðast í fleiri ár fyri, at mynstraðir menn skulu fáa tað, teir av røttum eiga. Málið hevur eisini kostað felagnum eina rúgvu av orku, tíð og pengum, sum reðaríið sleppur undan at gjalda.

les meir

Álit viðvíkjandi klagu um talgildar lønarseðlar

30. Sep 2014

Álit viðvíkjandi klagu um talgildar lønarseðlar 29-09-2014 Eftir at hava fingið tríggjar klagur um tað sama, hevur umboðsmaðurin viðgjørt, hvørja heimild Gjaldstovan hevur til bara at senda lønarseðlar í Mínboks.

les meir

Kobansku pampararnir

30. Sep 2014

“Men so fingu teir tríggir Magnus Rasmussen, Arnfinn Langgaard og Tórbjørn Jacobsen eisini endurgoldið tveir døgverðar. Teir ótu m.a. hummarar og lambakotelettir á matstovuni MASH í Kastrup floghavn, tann rokningin var góðar 1.400 krónur, og í Stavanger fóru teir tríggir eisini út at eta fínt á La Plaza fyri 3.700 krónur.” Umframt tøl fyri gisting, flogferðir, básluttøku og móttøku var hetta brotið ein partur av tíðindunum í tveimum syftum seinrapartin sunnudagin. Søgan snúði seg um kommunalu luttøkuna á oljustevnuni ONS2014 í Stavanger í døgunum 25. – 28. august.

les meir

Gouandea - fólk úr 12 londum á skúlabonk

29. Sep 2014

Gouandea = Góðandag! So byrjaði fyrsti flokkurin í máli og mentan á Kvøldskúlanum. Eitt sera spennandi átak, sum stórur áhugi er fyri.

les meir

Jobmatch nýggjar karmar

29. Sep 2014

Fyri áhaldandi at menna og vaksa um tiltakið er starvsstevnan flutt niðan í Norðurlandahúsið, sum fer at verða karmur um Jobmatch 2014.

les meir