Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Handar mentanarvirðislønir og vitjar skúlar og stovnar í Sandoynni

15. Jan 2015

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, vitjar í Sandoynni hósdagin 15. januar. Frá morgunstundini verður vitjað í skúlum og stovnum í oynni, og um kvøldið handar landsstýrismaðurin mentanarvirðislønir landsins í Deplinum í Skálavík.

les meir

Sprotin

15. Jan 2015

Í fleiri áratíggjur keypti tað almenna uttan nakað mótmæli upp til fleiri flokssett av Gyldendals Reyðu Orðabókum til allar fólkaskúlar, til allar miðnámsskúlar og til allar hægri útbúgvingar. Tær donsku orðabøkurnar vórðu sæddar sum neyðugt undirvísingartilfar, og vóru tær tí raðfestar frammalaga. Ongin var tá, sum veitti hesa tænastu á føroyskum, so har var onki at fara eftir.

les meir

Eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya løgd fram

14. Jan 2015

Eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya løgd fram í Mentamálaráðnum 13. januar 2015. Vit hava samandráttin við niðast á síðuni.

les meir

Dagur & Vika bar misvísandi tíðindi

14. Jan 2015

Um dagarnar hevur ein serfrøðingabólkur verið í Føroyum og lagt fram niðurstøður og tilmæli í eini uttanhýsis eftirmeting, sum á fyrsta sinni er gjørd av Fróðskaparsetri Føroya.

les meir

Høgraradikalir? Ja! - Kristnir? Nej! - Religiøsir? Kanska

13. Jan 2015

Egoistar? Ja, treytaleyst. -

les meir

Vegurin upp á tindin hjá Liljan Weihe, tíðindaleiðara

13. Jan 2015

Sum vit fyrr hava hoyrt og lisið um, varð Liljan Weihe, tíðindaleiðari, sett í hetta starv í Kringvarpinum, tó at setanin var ikki eftir bókini, sambært Eivini Jacobsen, av Strondum, sum sjálvur søkti hetta starv. Hann hevur nú sent klagu til Mentamálaráðið við at skjóta hol á setanarpolitikkin hjá Kringvarpinum, og høpisleysu grundgevingarnar. Eivind Jacobsen, kann grundgeva fyri, at setti tíðindaleiðarin ikki hevur fakligu útbúgvingina, sum stórin annars leggur til grund fyri setta starvinum.

les meir

Borgarstjórin á virkisvitjan

13. Jan 2015

Fyrrapartin Í dag vitjaði borgarstjórin seks ymisk virki í økinum úti við Velbastaðvegin, Gummibátatænastuna, Farpay, Grafikmaster, Demich, Formula og P/F Polyplast.

les meir

APROPOS SKRIVIFRÆLSI og DRÁPINI Í PARIS:

12. Jan 2015

9. januar: Henda dag í 1890 var tað djarva engageraða satiru-skaldið og journalisturin KURT TUCHOLSKY føddur í Lübecker Strasse í býarpartinum Moabit í Berlin. Hann fyllir altso 125 ár í dag. Hann búði eitt skifti í tí TÁ týska býnum Stettin, har pápi hansara var ein múgvandi bankamaður, men familjan flytti aftur til Berlin í 1899.

les meir