Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Støðan hjá æti og yngli

07. Jul 2015

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2015 eru loknar. Hetta eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.

les meir

Fleiri sløg av gisting útseld

07. Jul 2015

Seinastu dagarnar hevur sølan av atongumerkjum og gisting á G! gingið sera væl. Fleiri sløg av gisting eru útseld eitt nú skúlastovurnar, og nýggja tilboðið um at gista í uppsettum rúmi í skúlahøllini. Men húsvognar við síðutjaldi í Familjukampingini í Syðrugøtu eru eisini útseldir meðan bert heilt fá pláss eru eftir til húsvognar uttan síðutjald í Syðrugøtu.

les meir

Eftirmeting av venjing í Norðskálatunlinum

07. Jul 2015

TILBÚGVING: Mikukvøldið 27. mai, 2015, var tilbúgvingarætlanin fyri Norðskálatunnilin aftur roynd í verki. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini, vóru Sunda Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið, Politiið, Ambulansutænastan og Landsverk. Harafturat vóru eygleiðarar frá teimum ymisku innsatspørtunum, sum hava skrivað frágreiðing frá venjingini.

les meir

Ársins mest fjølbroytta skrá er tøk

07. Jul 2015

G! kann nú kunngera skránna fyri ársins festival. Talan er um eina sera fjølbroytta og spennandi skrá, ið tónleikaliga fevnir frá ekstremum deyðsmálmi til svenskan popp, og frá ordiligum rumpusparkandi rokki til fólkatónleik, umframt nakað av tí besta innan elektroniskan tónleik.

les meir

NAX FINGIÐ SIGLINGARLOYVI UM NÓLSOY

07. Jul 2015

Í 2012 varð Nólsoyggin útnevnd at vera Ramsarøki, tí oyggin hevur ríkt fuglalív og heimsins størsta drunnhvítabøli. Síðani útnevningina hava Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan arbeitt víðari við eini yvirskipaðari Ramsarætlan fyri Nólsoynna.

les meir

Sjálvandi verður LGBT-skrúðgongan í ár

07. Jul 2015

Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs heldur, at henda skrúðgonga hevur týdning fyri býin, og fyri tey virði sum Ólavsøkan umboðar, og hava vit tí eisini stuðlað tiltakinum.

les meir

Ímillum Gjaranes og Langanes

06. Jul 2015

Runavíkar havn og Kongshavnar havnastýri heita á øll skip og allar bátar um at vísa alra størsta varsemi, og um at sigla við hóskiligari ferð eftir umstøðunum, tá siglt verður á Skálafirði næstu dagarnar. Serstakliga í økinum eftir einari linju ímillum Langanes á Glyvrum og Gjaranes fyri Innan Glyvur.

les meir

Klintrararnir eru nú á veg upp á Trøllkonufingur

06. Jul 2015

Klokkan 3 í nátt fóru Pætur, John, Jóhannus og Bergur í holt við at klintra upp á toppin á 313m høga Trøllkonufingri. Í samstarvi við Vodafone, sum hevur stuðla teimum við allari klintriútgerðini, leggja teir myndir og filmsbrot út á alnetið beinleiðis, meðan teir klintra.

les meir