Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Lógartænastan eftirkannaði 229 uppskot

22. Des 2015

Í løgtingsárinum 2014 eftirkannaði Lógartænastan á Løgmanskrivstovuni tilsamans 229 uppskot frá øllum sjey stjórnarráðunum og einum stovni, sum hevur lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum. Tað stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2014.

les meir

‘Hví skal verandi vinna varðveitast?’

22. Des 2015

Óró merkist í fiski- og alivinnuni síðan Landsstýrið boðaði frá at veiði- og tøkugjøld verða hækkað og nýggj innførd, umframt uppboðssølu av fiskirættindum — hoyrast órímilig hvín frá ríkmonnum, ella ávaringar sum eiga at verða tiknar í álvara?

les meir

Byggiharrasamtakið brynjar seg til framtíðina

21. Des 2015

BYGGING: Byggiharrasamtak Føroya hevði aðalfund fríggjadagin, har nýggj ætlan varð gjørd fyri framtíðina. Í hesum sambandi fer samtakið at seta ein samskipara í starv, sum skal mynda arbeiðið hjá samtakinum og gera strategiskar ætlanir fyri virksemið.

les meir

Mentanarvirðislønir Landsins í Norðurlandahúsinum

21. Des 2015

Eins og undanfarin ár verða Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á føðingardegi William Heinesens tann 15. januar.

les meir

Tríggjar játtanir til átøk á heilsuøkinum

21. Des 2015

Granskingarráðið hevur seinasta mánaðin játtað stuðul til tríggjar umsóknir frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Hetta er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

les meir

Fólkapensiónin skotin í kav av sínum egnu verjum

20. Des 2015

Tað er bæði synd og skom og ber vónloysi í sær bæði nú og í framtíðina. Vit eru von við at verða politiskt forfylgd og steinaði av høgraharkaliðnum, men hava søkt og fingið skjól hjá teimum mið- og vinstrasinnaðu, men nú sær út til, at skjólið er tikið niður og øll kunnu loypa á okkum.

les meir

Niðurskurður av grundupphæddini

20. Des 2015

Satt at siga havi eg ikki hildið tað verið vert at taka orðíð í almenna kjakinum um niðurskurðin av grundupphæddini í fólkapensiónini. Hetta hevur ljóðað so tápuligt, at hvørki eg ella onnur hava hirt at taka til orðanna, tí hví tala at nøkrum sum var so burturvið sum hetta?

les meir

Streymmáting úr fylgisveini

19. Des 2015

Millum mongu fylgisveinarnar, sum ferðast kring knøttin, eru nakrir, ið hvønn dag máta hæddina á vatnskorpuni ymsastaðni.

les meir