
Ove Karl Berthelsen, havt fund við Johan Dahl
Í sambandi við, at ferðavinnuráðstevnan Travel Mart verður hildin í hesum døgum, er Ove Karl Berthelsen, landsstýrismaður í Grønlandi, á vitjan í Føroyum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og fiskivinnumálum hittust fyrrapartin at tosa um ymisk viðurskifti av felags áhuga.
Nú Grønland fer undir at skjóta seismik og væntar, at oljuvinnan kann mennast, vísti Ove Karl Berthelsen á, at Grønland fegin vil samstarva við Føroyar hesum viðvíkjandi. T.d. nevndi Ove Karl Berthelsen, at tey eru áhugað at hoyra um føroyskar royndir, serliga á lóggávuøkinum.
Johan Dahl vísti á, at í Føroyum hava vit dugnalig fólk innan eina røð av yrkjum, og kann Grønland eisini lýsa í Føroyum eftir fólki, sum teimum tørvar til oljuvinnuna.
Johan Dahl tosaði eisini við Ove Karl Berthelsen um eitt tættari samstarv á fiskivinnuøkinum, og her sipaði hann serliga til lodnu og gulllaks í Grønlandi. Hesum sýntist grønlendski landsstýrismaðurin áhugaður fyri.