Ove Karl Berthelsen, havt fund við Johan Dahl

 Í sambandi við, at ferðavinnuráðstevnan Travel
Mart verður hildin í hesum døgum, er Ove Karl Berthelsen, landsstýrismaður í
Grønlandi, á vitjan í Føroyum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og
fiskivinnumálum hittust fyrrapartin at tosa um ymisk viðurskifti av felags
áhuga.



Nú Grønland fer undir at skjóta seismik og
væntar, at oljuvinnan kann mennast, vísti Ove Karl Berthelsen á, at Grønland
fegin vil samstarva við Føroyar hesum viðvíkjandi. T.d. nevndi Ove Karl
Berthelsen, at tey eru áhugað at hoyra um føroyskar royndir, serliga á
lóggávuøkinum.



Johan Dahl vísti á, at í Føroyum hava vit
dugnalig fólk innan eina røð av yrkjum, og kann Grønland eisini lýsa í Føroyum
eftir fólki, sum teimum tørvar til oljuvinnuna.



Johan Dahl tosaði eisini við Ove Karl
Berthelsen um eitt tættari samstarv á fiskivinnuøkinum, og her sipaði hann
serliga til lodnu og gulllaks í Grønlandi. Hesum sýntist grønlendski
landsstýrismaðurin áhugaður fyri.



 Johan Dahl vísti eisini á, at av tí at
skipaferðslan er so mikið økt í Norðuratlantshavinum og norður móti arktiska økinum
m.a. við ferðamannaskipum, er neyðugt at  fáa eina skipaða tilbúgving fyri at handfara
møguligar vanlukkur á sjónum. Hesum vóru teir báðir landsstýrismenninir samdir
í og hava avtalað at taka hetta málið upp við Nordisk Ministerråd og Arktiska
Ráðið.