Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óskipað rehabilitering - óhjálpin detta niðurímillum

Rehabilitering í Føroyum er nærmast at samanbera við ulond. Økið er óskipað og onki røkist fyri, at politiska skipanin og samgongan hava ætlanir um munagóð tiltøk um t.d., hvussu vit skulu skipa rehabilitering í Føroyum og skapa bestu lógarkarmarnar á heilsu- og almannaøkinum

Gjøgnum tíðirnar havi eg havt nógv samskifti við fólk og familjur teirra, sum hava tað trupult við at klára seg í dagligdegnum uttan hjálp.

Talan er um fólk, sum t.d. hava fingið skaða av vanlukku ella hava fingið skaða av heilabløðing ella blóðtøppi, og skulu til at vinna førleikan aftur. 

Tað er hart at hoyra um støðuna tey oftani eru í og at merkja teirra frustratiónir og hjálparsloysi.

Líkindini at koma á arbeiðsmarknaðin, ella at klára seg aftur í gerandisdegnum er alt avgerðandi, alt eftir hvørjar venjingar og hjálp verður veitt sjúklinginum.

Tá ein hevur havt  heilabløðing ella blóðtøpp, er umráðandi sum skjótast at fáa venjingar, fyri at minka um skaðan og vinna førleikan aftur. 

Venjingar frá fysioterapi og ergoterapi á sjúkrahúsinum verður bara veitt í tann mun játtanin loyvir tí. 

Brúk er fyri at fáa í boði at tosa um viðurskiftini, tá alt grundarlagið verður rykt undan einum.  

Taluundirvísing er  eingin, psykologhjálp lítil og ongin, og sosialráðgeving verður ikki veitt.

So hevur ein trupult við at tosa, so eru líkindini at samskifta við sosialráðgeva vánalig ella ongi.

Hevur ein tað trupult sálarliga, sum er ein náttúrlig fylgja av sjúku, so er ikki møguleiki at fáa hjálp frá sálarfrøðingi.

Øll familjan hevur brúk fyri skjótari og góðari hjálp, tá persónar hava verið úti fyri einari álvarsligari hending, ti øll familjan er í kreppu - er talan um barnafamiljur er familjan eyka sárbær.

Rehabiliteringin í Føroyum er óskipað - og tí er lítil og ongin hjálp at heinta.

Rósa Samuelsen​