Óskipað rehabilitering - óhjálpin detta niðurímillum

Rehabilitering í Føroyum er nærmast at samanbera við ulond. Økið
er óskipað og onki røkist fyri, at politiska skipanin og samgongan hava ætlanir
um munagóð tiltøk um t.d., hvussu vit skulu skipa rehabilitering í Føroyum og
skapa bestu lógarkarmarnar á heilsu- og almannaøkinum



Gjøgnum tíðirnar havi eg havt nógv samskifti við fólk og familjur
teirra, sum hava tað trupult við at klára seg í dagligdegnum uttan hjálp.



Talan er um fólk, sum t.d. hava fingið skaða av vanlukku ella hava
fingið skaða av heilabløðing ella blóðtøppi, og skulu til at vinna førleikan
aftur. 



Tað er hart at hoyra um støðuna tey oftani eru í og at merkja
teirra frustratiónir og hjálparsloysi.



Líkindini at koma á arbeiðsmarknaðin, ella at klára seg aftur í
gerandisdegnum er alt avgerðandi, alt eftir hvørjar venjingar og hjálp verður
veitt sjúklinginum.



Tá ein hevur havt  heilabløðing ella blóðtøpp, er umráðandi
sum skjótast at fáa venjingar, fyri at minka um skaðan og vinna førleikan
aftur. 



Venjingar frá fysioterapi og ergoterapi á sjúkrahúsinum verður
bara veitt í tann mun játtanin loyvir tí. 



Brúk er fyri at fáa í boði at tosa um viðurskiftini, tá alt
grundarlagið verður rykt undan einum.  



Taluundirvísing er  eingin, psykologhjálp lítil og
ongin, og sosialráðgeving verður ikki veitt.



So hevur ein trupult við at tosa, so eru líkindini at samskifta
við sosialráðgeva vánalig ella ongi.



Hevur ein tað trupult sálarliga, sum er ein náttúrlig fylgja av
sjúku, so er ikki møguleiki at fáa hjálp frá sálarfrøðingi.



Øll familjan hevur brúk fyri skjótari og góðari hjálp, tá persónar
hava verið úti fyri einari álvarsligari hending, ti øll familjan er í kreppu
- er talan um barnafamiljur er familjan eyka sárbær.



Rehabiliteringin í Føroyum er óskipað - og tí er lítil og ongin
hjálp at heinta.



Rósa Samuelsen​