Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

OPIÐ HÚS Í ELIM Í SØLDARFIRÐI - ein hátíðarløta

Dan Klein --- 04.05.2018 - 09:20

Sunnudagin 06. mai verður nýrenoveraði salurin ELIM í Søldarfirði tikin í brúk, samstundis sum 10 ára føðingardagurin hjá KRISTILIGU SJÓNVARPSSTØÐINI IKTUS verður hildin.  

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Opið hús verður frá kl.16:00 í hugnaligu nýggju hølunum í Elim. Á pallinum koma sangarar og tónleikarar at undirhalda við góðum spæli og sangi, meðan fólkið hugnar sær við drekkamunni og onkrum søtum afturvið.  

Kl.18:00 verður sangmøti har Eyðun Jacobsen og aðrir koma at leiða felagssangin, og ymiskir vitnisburðar verða eisini at hoyra. 

SAMKOMAN ELIM OG KRISTILIGA SJÓNVARPSSTØÐIN IKTUS bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið.