Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ongin møgulig avtala millum eigarar av hummarabátum og alarar eigur at hava ávirkan

Ongin møgulig avtala millum eigarar av hummarabátum og alarar eigur at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður. Hummarafiskiskapur er skipaður sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og alingin er skipað sambært løgtingslóg um aling av fiski v.m. 

---------------

Høgni Hoydal

landsstýrismaður

 

S v a r

 uppá

fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni í løgtingsmáli nr. S-7/2016 viðvíkjandi hummaraloyvum og gjaldi fyri arbeiðsfrið

 Fyrispurningurin var soljóðandi:

 1.    Hvussu nógv hummaraloyvi eru útskrivað seinastu 5 árini, til hvørji øki og hvussu nógv er fiskað árliga í hvørjum øki?

2.    Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjir hava fingið hummaraloyvi útskrivað í ár, og hvussu nógvir av hesum hava hummarafiskiskap sum høvuðsvinnu?

3.    Er nøkur áseting um minstamark fyri, hvussu leingi rúsurnar kunnu standa uttan at verða drignar t.d. 2 dagar, eina viku, ein mánað ella longur?

4.    Kann tað bera til at fáa deyðan hummara í rúsu, uttan at hesin av einhvørjari orsøk er deyður í rúsuni?

5.    Er landsstýrismaðurin vitandi um, at alifeløg mugu rinda stórar upphæddir til humm­ara­fiskarar, afturfyri at fáa arbeiðsfrið til sítt virksemi?

6.      Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað er lógligt hjá felag ella persóni uttan at skjalprógva inntøkumiss at leggja trýst á alifyritøkur, fyri at fáa pening útgoldnan afturfyri eitt lyfti um arbeiðsfrið? 

¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨

Svar:

Tað er langt ímillum, at hummaraveiða fær viðgerð á løgtingi, og tí fegnist eg um fyrispurningin frá Kára P. Højgaard. Eg fari at taka stig til, at hummaraveiðan verður eftirmett og kann skipast við grundarlagi í stovnsmetingum og tilmælum um mest loyvdu veiði og bestu teknisku ásetingum um veiðiøki, reiðskap, minstustøddir o.a. 

Sum víst verður á í svarinum, er hummaraveiðan á flestu firðum minkað munandi síðani 2014/15, og neyðugt er at fáa staðfest orsøkirnar til hetta. 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður sagt, at inndrátturin av fiskiloyvum 1. januar 2018 ikki umfatar hummaraloyvi. Hetta er ikki rætt. Sbrt. § 7b, stk. 4 í lóg um vinnuligan fiskiskap verða øll fiskiloyvi í bólki 5 inndrigin 1. januar 2018, og harvið eisini øll hummaraloyvi. 

Til nr. 1.

 Talva 1: Hummaraloyvi útskrivað seinastu 5 árini: 

Øki

Tal av loyvum

 

2012/2013

2013/2014

2014/2015

2015/2016

2016/2017

Árnafjørður

3

3

3

3

3

Borðoyarvík

0

1

1

1

1

Funningsfjørður

2

2

2

1

1

Hvannasund

2

2

2

2

2

Norðan fyri byrgingina á Haraldssundi

2

2

2

2

2

Norðan fyri Streymin

3

3

3

3

3

Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði

33

21

21

21

20

Tilsamans

45

34

34

33

32

Talva 2: Fiskað árliga (kg) í hvørjum øki seinastu 5 árini: 

Øki

Tíðarskeið

 

2012/2013

2013/2014

2014/2015

2015/2016

2016/2017[1]

Árnafjørður

1.526

1.430

750

337

30

Borðoyarvík

0

45

69

0

0

Funningsfjørður

828

3.435

3.989

0

0

Hvannasund

4.003

4.316

2.959

1.840

0

Norðan fyri byrgingina á Haraldssundi

747

0

477

701

231

Norðan fyri Streymin

3.629

3.570

3.389

1.088

0

Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði

31.722

30.852

 

 

29.914

16.448

1.183

Tilsamans:

42.455

43.648

41.547

20.414

1.444

 Til nr. 2.

Niðanfyri er talva fyri árið 2016/2017 fyri, hvør hevur fingið hummaraloyvi útskrivað. Tað finnast tó ikki upplýsingar um, hvussu nógv av hesum hava hummarafiskiskap sum høvuðsvinnu. 

Talva 3: Hummaraloyvi útskrivað 2016/2017:

Øki

Árnafjørður

Borðoyarvík

Funningsfirði

Hvannasundi

Norðan fyri byrgingina á Haraldssundi

Norðanfyri Streymin

Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði

Navn á báti, hvørs eigari hevur fingið fiskiloyvi

Ingibjørg

Sigrun

Irdi

Neshamar

Benjamin

Sjógvormurin

Antarfossur

Ingibjørg

 

 

Neshamar

Svartaberg

Snekkjusker

Áarskarð

Joan

 

 

 

 

Snekkjusker

Advokaturin

 

 

 

 

 

 

Charlotta

 

 

 

 

 

 

Daimi

 

 

 

 

 

 

Drangur

 

 

 

 

 

 

Elin C

 

 

 

 

 

 

Eyðdis

 

 

 

 

 

 

Havfrúgvin

 

 

 

 

 

 

Joan II

 

 

 

 

 

 

Katrin

 

 

 

 

 

 

Klubbin

 

 

 

 

 

 

Leititangi

 

 

 

 

 

 

Neptun

 

 

 

 

 

 

Ørgin

 

 

 

 

 

 

Sjóberið

 

 

 

 

 

 

Sjódrangur

 

 

 

 

 

 

Súlan

 

 

 

 

 

 

Ternan

 

 

 

 

 

 

Trillan

 

 

 

 

 

 

Vónin

 

 Til nr. 3.

Eingin áseting er um, hvussu leingi rúsurnar kunnu standa, uttan at verða drignar. Sum nevnt omanfyri, fari eg at taka stig til at eftirmeta og broyta hesar og aðrar reglur fyri hummarafiskiskap.

Til nr. 4.

Tá ið deyður hummari er í hummararúsu, er torført at hugsa sær annað enn, at hummarin er farin inn í rúsuna sjálvur og síðan er deyður í rúsuni, av hvørji orsøk tað enn kann vera.

 Til nr. 5.

Landsstýrismaðurin hevur ikki aðra vitan um hetta enn tað, ið hevur verið frammi í fjølmiðlunum.

 Til nr. 6.

Ongin møgulig avtala millum eigarar av hummarabátum og alarar eigur at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður. Hummarafiskiskapur er skipaður sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og alingin er skipað sambært løgtingslóg um aling av fiski v.m. Myndugleikarnir, sum umsita hummarafiskiskap og aling, eru ikki bundnir av møguligari avtalu, sum er gjørd millum eigarar av hummarabátum og alarar. Møguligar avtalur hava ikki týdning fyri, hvussu lóggáva ella myndugleikar skipa og viðgera hesi øki.

Tær møguligu avtalur, ið hava verið umrøddar í fjølmiðlunum, eru ikki fevndar av ásetingum í lóg um vinnuligan fiskiskap ella lóg um aling av fiski v.m. Hóast slíkar avtalur ikki eru brot á fiskivinnulóggávuna ella alilóggávuna, so er tað ikki rætt, at privatir gera avtalu sínámillum um virksemi, sum er skipað við almennari lóggávu. Lóggáva og umsiting eigur at vera so greið og so skynsom, at slíkt ikki kemur fyri.

 Málið vísir, at tørvur er á betri samskipan av ymiskum virksemi á sjógvi. Og við betri vitan, um hvar hummarafiskiskapur fer fram, vóni eg, at tað í størri mun kann vera gjørligt at samskipa virksemið soleiðis, at alarar og hummarafiskarar kunnu virka uttan at tarna hvør øðrum.

  

 

Fiskimálaráðið, 7. november 2016

 Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður


[1] Avreiðingar í tíðarbilinum 01-09-2016 til 27-10-2016







0.00 does not include shipping & tax