Ongin møgulig avtala millum eigarar av hummarabátum og alarar eigur at hava ávirkan

Ongin møgulig avtala millum eigarar av hummarabátum og alarar eigur at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður. Hummarafiskiskapur er skipaður sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og alingin er skipað sambært løgtingslóg um aling av fiski v.m. 

---------------

Høgni Hoydal





landsstýrismaður





 



S v a r



 uppá



fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni í løgtingsmáli nr.
S-7/2016 viðvíkjandi hummaraloyvum og gjaldi fyri arbeiðsfrið



 Fyrispurningurin var soljóðandi:



 1.   
Hvussu nógv
hummaraloyvi eru útskrivað seinastu 5 árini, til hvørji øki og hvussu nógv er
fiskað árliga
 í hvørjum øki?




2.   
Kann landsstýrismaðurin
upplýsa, hvørjir hava fingið hummaraloyvi útskrivað í ár, og hvussu nógvir av
hesum hava hummarafiskiskap sum høvuðsvinnu?



3.   
Er nøkur áseting um
minstamark fyri, hvussu leingi rúsurnar kunnu standa uttan at verða drignar
t.d. 2 dagar, eina viku, ein mánað ella longur?



4.   
Kann tað bera til at
fáa deyðan hummara í rúsu, uttan at hesin av einhvørjari orsøk er deyður í
rúsuni?



5.   
Er landsstýrismaðurin
vitandi um, at alifeløg mugu rinda stórar upphæddir til humm­ara­fiskarar,
afturfyri at fáa arbeiðsfrið til sítt virksemi?



6.      Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað er lógligt hjá felag
ella persóni uttan at skjalprógva inntøkumiss at leggja trýst á alifyritøkur,
fyri at fáa pening útgoldnan afturfyri eitt lyfti um arbeiðsfrið?
 



¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨



Svar:



Tað er langt ímillum, at
hummaraveiða fær viðgerð á løgtingi, og tí fegnist eg um fyrispurningin frá
Kára P. Højgaard. Eg fari at taka stig til, at hummaraveiðan verður eftirmett
og kann skipast við grundarlagi í stovnsmetingum og tilmælum um mest loyvdu veiði
og bestu teknisku ásetingum um veiðiøki, reiðskap, minstustøddir o.a.
 



Sum víst verður á í
svarinum, er hummaraveiðan á flestu firðum minkað munandi síðani 2014/15, og
neyðugt er at fáa staðfest orsøkirnar til hetta.
 



Í viðmerkingunum til fyrispurningin
verður sagt, at inndrátturin av fiskiloyvum 1. januar 2018 ikki umfatar
hummaraloyvi. Hetta er ikki rætt. Sbrt. § 7b, stk. 4 í lóg um vinnuligan
fiskiskap verða øll fiskiloyvi í bólki 5 inndrigin 1. januar 2018, og harvið
eisini øll hummaraloyvi.
 



Til nr. 1.



 Talva 1: Hummaraloyvi útskrivað seinastu 5 árini: 

















































































Øki



Tal av loyvum



 



2012/2013



2013/2014



2014/2015



2015/2016



2016/2017



Árnafjørður



3



3



3



3



3



Borðoyarvík



0



1



1



1



1



Funningsfjørður



2



2



2



1



1



Hvannasund



2



2



2



2



2



Norðan fyri byrgingina
á Haraldssundi



2



2



2



2



2



Norðan fyri
Streymin



3



3



3



3



3



Sunnan fyri
Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði



33



21



21



21



20



Tilsamans



45



34



34



33



32




Talva 2: Fiskað árliga (kg) í hvørjum øki seinastu 5
árini:
 

















































































Øki



Tíðarskeið



 



2012/2013



2013/2014



2014/2015



2015/2016



2016/2017[1]



Árnafjørður



1.526



1.430



750



337



30



Borðoyarvík



0



45



69



0



0



Funningsfjørður



828



3.435



3.989



0



0



Hvannasund



4.003



4.316



2.959



1.840



0



Norðan fyri
byrgingina á Haraldssundi



747



0



477



701



231



Norðan fyri
Streymin



3.629



3.570



3.389



1.088



0



Sunnan fyri
Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði



31.722



30.852


 


 



29.914



16.448



1.183



Tilsamans:



42.455



43.648



41.547



20.414



1.444




 Til
nr. 2.



Niðanfyri er talva fyri árið 2016/2017 fyri, hvør hevur fingið
hummaraloyvi útskrivað. Tað finnast tó ikki upplýsingar um, hvussu nógv av
hesum hava hummarafiskiskap sum høvuðsvinnu.
 



Talva 3: Hummaraloyvi útskrivað 2016/2017:













































































































































































































Øki



Árnafjørður



Borðoyarvík



Funningsfirði



Hvannasundi



Norðan fyri
byrgingina á Haraldssundi



Norðanfyri
Streymin



Sunnan fyri
Streymin, á Kollafirði, Tangafirði og Kaldbaksfirði



Navn á báti, hvørs eigari hevur fingið
fiskiloyvi



Ingibjørg



Sigrun



Irdi



Neshamar



Benjamin



Sjógvormurin



Antarfossur



Ingibjørg



 



 



Neshamar



Svartaberg



Snekkjusker



Áarskarð



Joan



 



 



 



 



Snekkjusker



Advokaturin



 



 



 



 



 



 



Charlotta



 



 



 



 



 



 



Daimi



 



 



 



 



 



 



Drangur



 



 



 



 



 



 



Elin C



 



 



 



 



 



 



Eyðdis



 



 



 



 



 



 



Havfrúgvin



 



 



 



 



 



 



Joan II



 



 



 



 



 



 



Katrin



 



 



 



 



 



 



Klubbin



 



 



 



 



 



 



Leititangi



 



 



 



 



 



 



Neptun



 



 



 



 



 



 



Ørgin



 



 



 



 



 



 



Sjóberið



 



 



 



 



 



 



Sjódrangur



 



 



 



 



 



 



Súlan



 



 



 



 



 



 



Ternan



 



 



 



 



 



 



Trillan



 



 



 



 



 



 



Vónin




 



 Til nr. 3.



Eingin áseting er um, hvussu leingi rúsurnar kunnu standa,
uttan at verða drignar. Sum nevnt omanfyri, fari eg at taka stig til at
eftirmeta og broyta hesar og aðrar reglur fyri hummarafiskiskap.



Til nr. 4.




ið deyður hummari er í hummararúsu, er torført at hugsa sær annað enn, at
hummarin er farin inn í rúsuna sjálvur og síðan er deyður í rúsuni, av hvørji
orsøk tað enn kann vera.



 Til nr. 5.



Landsstýrismaðurin
hevur ikki aðra vitan um hetta enn tað, ið hevur verið frammi í fjølmiðlunum.



 Til nr. 6.



Ongin møgulig avtala millum eigarar av hummarabátum og
alarar eigur at hava ávirkan á, hvussu hummarafiskiskapur verður skipaður. Hummarafiskiskapur
er skipaður sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og alingin er skipað
sambært løgtingslóg um aling av fiski v.m. Myndugleikarnir, sum umsita
hummarafiskiskap og aling, eru ikki bundnir av møguligari avtalu, sum er gjørd
millum eigarar av hummarabátum og alarar. Møguligar avtalur hava ikki týdning
fyri, hvussu lóggáva ella myndugleikar skipa og viðgera hesi øki.



Tær møguligu avtalur, ið hava verið umrøddar í
fjølmiðlunum, eru ikki fevndar av ásetingum í lóg um vinnuligan fiskiskap ella
lóg um aling av fiski v.m. Hóast slíkar avtalur ikki eru brot á
fiskivinnulóggávuna ella alilóggávuna, so er tað ikki rætt, at privatir gera
avtalu sínámillum um virksemi, sum er skipað við almennari lóggávu. Lóggáva og
umsiting eigur at vera so greið og so skynsom, at slíkt ikki kemur fyri.



 Málið vísir, at tørvur er á betri samskipan av ymiskum
virksemi á sjógvi. Og við betri vitan, um hvar hummarafiskiskapur fer fram,
vóni eg, at tað í størri mun kann vera gjørligt at samskipa virksemið soleiðis,
at alarar og hummarafiskarar kunnu virka uttan at tarna hvør øðrum.



  



 



Fiskimálaráðið,
7. november 2016



 Høgni Hoydal (sign.)



landsstýrismaður










[1] Avreiðingar í tíðarbilinum 01-09-2016 til 27-10-2016