Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øll skulu hava sjómannafrádrátt og rentustuðul

 

Vit skulu øll hava sjómannafrádrátt, rentustuðul og aðrar frádráttir.

Tað er í veruleikanum kjarnin í langskygdu tilmælunum frá Føroya Arbeiðsgevararfelag um munandi skattalættar í vanliga lønarskattinum, samstundis sum frádráttir og serskipanir verða strikað, sparingar verða framdar í almennu útreiðslunum og nýggj tænastugjøld koma inn í myndina.

 

Fyri at røkka á mál við hesum tilmælum, so mugu vit hyggja meira enn eitt valskeið og fleiri ár fram í tíðina.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur í sínum tilmælum dent á, at einki skal gerast í óðum verkum, og tí hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag einki tilmæli um at strika rentu- ella sjómannafrádráttir her og nú, sum viðgerðin í miðlunum seinastu dagarnar kann hava givið eina fatan av.

 

Líkt er tí til, at fleiri annað hvørt hava misskilt ella ikki sett seg inn í langskygdu tilmælini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og tí fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at vísa til búskaparfrágreiðingina, har langtíðar tilmælini frá felagnum eru nærri útgreinað.