Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ókeypis atgongd til Tjóðsavnið restina av árinum

Vit eru í jólahýri og bjóðar tær at vitja Tjóðsavnið HEILT ókeypis restina av árinum. Ein góður møguleiki hjá útisetum, ið eru heima í jólafrí, hjá teimum ið ynskja eitt fríkorter frá jólaresinum, eina øðrvísi uppliving um jólini ella teimum, ið aldri hava vitja Tjóðsavnið

Á Tjóðsavninum kanst tú uppliva okkara føstu framsýningar um náttúru, mentan og søgu. 

Eisini er serframsýningin, Heimið – karmur um handverk og skapandi evni, ið lýsir dagliga yrki í víkingaøld at síggja. Serframsýningin er grundað á lutir frá útgrevstrinum í 1957 ´Heima á Oyrini`í Fuglafirði.

FINN GÁVUNA Í SAVNSBÚÐINI
Í savnsbúðini finnur tú eina rúgvu av serligum minnislutum, jólaprýði, skreytlutum og øðrum, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Kanska tú finnur seinastu jólagávuna her.

Les meira um savnsbúðina >