Ókeypis atgongd til Tjóðsavnið restina av árinum
Vit eru í jólahýri og bjóðar tær at vitja Tjóðsavnið HEILT ókeypis restina av árinum. Ein góður møguleiki hjá útisetum, ið eru heima í jólafrí, hjá teimum ið ynskja eitt fríkorter frá jólaresinum, eina øðrvísi uppliving um jólini ella teimum, ið aldri hava vitja Tjóðsavnið
Á Tjóðsavninum kanst tú uppliva okkara føstu framsýningar um náttúru, mentan og søgu.
FINN GÁVUNA Í SAVNSBÚÐINI
Í savnsbúðini finnur tú eina rúgvu av serligum minnislutum, jólaprýði, skreytlutum og øðrum, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Kanska tú finnur seinastu jólagávuna her.