Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggjur serstakur sjúkrahúsbygningur

ÁRSFRÁGREIÐING: Nýggi sjúkrahúsbygningurin til Landssjúkrahúsið skal takast í nýtslu í 2021. Talan er um ein bygning við rættiliga serstakari innrætting, tá ræður um framkomar loysnir, ið eru valdar til bygningin. Endamálið við útbyggingini av sjúkrahúsinum er at dagføra hølisviðurskiftini hjá sjúklingum, starvsfólkum og teimum avvarðandi.

Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer í høvuðsheitum at hýsa psykiatriskum og medisinskum seingjareindum, eins og eini føði- og barnsburðardeild, har øll seingjarpláss verða í einastovum við baði og vesi. Sambært ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum kom út fyr á ár, vísa granskingar, at einastovur hava nógvar ágóðar, og at sjúklingar tá koma seg skjótari.
Eisini hevur serligur dentur verið lagdur á at fáa ein orkusparandi bygning, har spillorkan verður endurnýtt, og hitin í sjónum nýttur umvegis hitapumpu.
Síðst í februar bjóðaði Landsverk limunum í fíggjarnevndini í Løgtinginum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og bygginevndini fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, at síggja stóra byggiplássið.
Byrjað varð við eini rundsýning á byggiplássinum, har Eyðun Petersen, byggileiðari fyri Landsverk, greiddi frá gongdini við byggingini, sum longu tá var umleið seks vikur framman fyri tíðarætlanina. Síðani varð farið niðan í umsitingarbygningin hjá Landssjúkrahúsinum, har Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, greiddi frá, hvussu arbeitt verður innan sjúkrahúsverkið, og hvussu tey ætla at skipa verkið frameftir.
Nýggi H-bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum. Umframt føðideild, psykiatriskum og medisinskum seingjareindurm, føði- og barnsburðardeild, fevnir hetta byggistigið á Landssjúkrahúsinum um sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast.
Samlaða gólvvíddin í H-bygninginum, sum í tilgjørdu myndini omanfyri er tann brúni bygningurin, verður 16.500 fermetrar. Til sammetingar er nýggi bygningurin hjá Glasi við Marknagil 19.500 fermetrar.

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HERhttp://www.landsverk.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fUtgavur%2fArsfragreiding_2017_18_Landsverk_sjeyti.pdf