Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer í høvuðsheitum at hýsa psykiatriskum og medisinskum seingjareindum, eins og eini føði- og barnsburðardeild, har øll seingjarpláss verða í einastovum við baði og vesi. Sambært ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum kom út fyr á ár, vísa granskingar, at einastovur hava nógvar ágóðar, og at sjúklingar tá koma seg skjótari.
Eisini hevur serligur dentur verið lagdur á at fáa ein orkusparandi bygning, har spillorkan verður endurnýtt, og hitin í sjónum nýttur umvegis hitapumpu.
Síðst í februar bjóðaði Landsverk limunum í fíggjarnevndini í Løgtinginum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og bygginevndini fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, at síggja stóra byggiplássið.
Byrjað varð við eini rundsýning á byggiplássinum, har Eyðun Petersen, byggileiðari fyri Landsverk, greiddi frá gongdini við byggingini, sum longu tá var umleið seks vikur framman fyri tíðarætlanina. Síðani varð farið niðan í umsitingarbygningin hjá Landssjúkrahúsinum, har Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, greiddi frá, hvussu arbeitt verður innan sjúkrahúsverkið, og hvussu tey ætla at skipa verkið frameftir.
Nýggi H-bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum. Umframt føðideild, psykiatriskum og medisinskum seingjareindurm, føði- og barnsburðardeild, fevnir hetta byggistigið á Landssjúkrahúsinum um sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast.
Samlaða gólvvíddin í H-bygninginum, sum í tilgjørdu myndini omanfyri er tann brúni bygningurin, verður 16.500 fermetrar. Til sammetingar er nýggi bygningurin hjá Glasi við Marknagil 19.500 fermetrar.
Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HER: http://www.landsverk.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fUtgavur%2fArsfragreiding_2017_18_Landsverk_sjeyti.pdf