
Við bridgeborðið sita fra vinstru Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen, Símun Lassaberg og Egil Sondum
Nýggja Bridgefelag vann FM fyri feløg
Leygardagin var FM kapping í bridge fyri feløg. Hvørt felag kundi senda eitt lið - 4 spælarar - til kappingina, sum var spæld í Bridgehúsinum í Havn.
Nýggja Bridgefelag úr Havn vann FM-heitið við 55 stigum framman fyri Havnar Bridgefelag, sum fekk 51 stig. Eysturoyar Bridgefelag gjørdist nummar trý við 37 stigum.