Nýggja Bridgefelag vann FM fyri feløg

Leygardagin var FM kapping í bridge fyri feløg. Hvørt felag kundi senda eitt lið - 4 spælarar - til kappingina, sum var spæld í Bridgehúsinum í Havn.


Nýggja Bridgefelag úr Havn vann FM-heitið við 55 stigum framman fyri Havnar Bridgefelag, sum fekk 51 stig. Eysturoyar Bridgefelag gjørdist nummar trý við 37 stigum.