Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú koyra bussarnir eisini til Boðanesheimið

Eftir samráðingar millum Heðin Mortensen, borgarstjóra, Elina Lindenskov, forkvinnu í teknisku nevnd, og Gundurs Bussar, er avrátt at byrja nýggju rutuna nú mánadagin 17. august.

Broytingarnar eru í rutunum 5E og 5V. Eysturrutan fer at steðga við Boðanesheimið 6 ferðir um dagin, og vesturrutan 6 ferðir. T.v.s. at Boðanesheimið fær busssamband umleið eina ferð um tíman allan dagin.

Ruturnar annars eru púra óbroyttar, Boðanesheimið er bara komið aftrat. Heðin Mortensen og Elin Lindenskov eru sera vælnøgd við úrslitið. Tá ein tíð er farin verður ein eftirmeting gjørd.


Bussleidin 2015 leid5E 12.08.2015.pdf

Bussleidin 2015 leid5V 12.082015.pdf