Nú koyra bussarnir eisini til Boðanesheimið

Eftir samráðingar millum Heðin Mortensen, borgarstjóra, Elina
Lindenskov, forkvinnu í teknisku nevnd, og Gundurs Bussar, er avrátt at
byrja nýggju rutuna nú mánadagin 17. august.




Broytingarnar eru í rutunum 5E og 5V. Eysturrutan fer at steðga við
Boðanesheimið 6 ferðir um dagin, og vesturrutan 6 ferðir. T.v.s. at
Boðanesheimið fær busssamband umleið eina ferð um tíman allan dagin.



Ruturnar annars eru púra óbroyttar, Boðanesheimið er bara komið aftrat.
Heðin Mortensen og Elin Lindenskov eru sera vælnøgd við úrslitið. Tá ein
tíð er farin verður ein eftirmeting gjørd.