Nú byrjar screening fyri bróstkrabba í Føroyum
Allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár fáa nú innbjóðing frá Landssjúkrahúsinum við tilboði um screening fyri bróstkrabba.
Nú byrjar screening fyri bróstkrabba í Føroyum
Allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár fáa nú innbjóðing frá Landssjúkrahúsinum við tilboði um screening fyri bróstkrabba.
Í dag eru fyrstu innbjóðingarnar sendar út, og hesar kvinnurnar koma til screening í mars mánaði.
Screening er kanning av frískum bólki av borgarum, har endamálið er sjúkufyribyrgjan.
Tilsamans 5700 kvinnur eru í aldurbólkinum 50-69 ár. Screeningin verður tí gjørd í fleiri umførum yvir komandi 2 árini.
Í hesum fyrsta umfarinum fáa 829 kvinnur innbjóðing. Tá 2 ár eru liðin, og allar kvinnur í aldursbólkinum hava fingið tilboðið, fáa fyrstu kvinnurnar tilboð av nýggjum.
Bræv við kunning og viðtalutíð verður send í Mínboks. Tær kvinnurnar, sum ikki hava Mínboks fáa innbjóðing sum vanligt bræv.
Kanningin, sum fer fram sum ein myndatøka á Røntgendeildini, tekur bert fáar minuttir.
Ein spurnarkanning seint í fjør vísti, at nærum 85% av kvinnunum í ásetta aldursbólkinum ætla at taka av møguleikanum fyri screening fyri bróstkrabba. Tað er væl fleiri enn í grannalondunum.