Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nógvur roykur-eingin grind

Gjørdi mær tann ómak at lurta eftir øllum martýrum sannleikans í Sortudíki fríggjamorgunin.

 

Sjálvt um Dimmalætting ikki er til, royna teir at mana hana upp úr jørðini. Hon skal snakkast aftur til heiður og farnar dagar. Stirðil er í líkinum.

 

Miðlastuðul, segði borgarstjórin í Vestmanna, hann helt ikki at R7 átti at fingið miðlastuðul, tí børn hansara vóru átøk Kim Il Jung. Tað var synd, men bleiv hetta ikki drigið har niður, júst fyri at harta kappingarneytan, sum í løtum setur kringvarpskulturin í perspektiv.


Lógin um miðlastuðul er ekskluderandi, skrivað fyri at summi ikki skulu fáa stuðul. Men fyrst og fremst fyri at bjarga Sosialinum, sum ríður í skræðuni.

 

Ein krúlla í ekskluderandi lógini er kravið um at 2 ársverk skulu vera á redaktiónini. Systur Sjúrð Skaale, Eyðna Skaale, ringdi til Dan Klein, um hann ikki ætlaði sær at søkja. Tí so kundu tey brúka tað sum argument fyri at avvísa næstan øllum, uttan Sosialin. Sandportalurin fekk einki og generella støðið lækkar, sum var eingin botnur til.

 

Støjsendarar, sum tann í Sortudíki, viðgera ymiskt, men ikki veruligu trupulleikarnar í samfelagnum. Teir klára í besta føri at forstýra almenna kjakið, tí teir duga ikki at skapa sakligar referansur. Munur er á pressu og sensuri.

 

Fasta kommentariatið roynir at tosa um okkurt annað, heldur enn tað sum hendir og hvørjar fylgjurnar eru.

 

At Føroya Løgting lóggevur ávísar miðlar út úr miðlaheiminum, er gott sæð av Paula Trond Petersen.

 

Eitt annað mál, sum tey áttu at viðgjørt er gølan í Mentamálaráðnum. Her hevur onkur lagt toku á allan stovnin. Í fjórða umfari finnur “sakførarin” útav at mótparturin er inhabilur. Men sensurpressan sær einki, tí her er eingin pressa. Hevur Liljan Weihe ikki krav uppá sakliga og kvalifiseraða viðgerð? Hava tey sum gjalda 150 kr um mánaðin ikki krav uppá kvalifiseraða viðgerð á slíkum stovni. Er tað ikki eitt krav at pressan er kvalifiserað? Nei. Har er eingin pressa.

 

Sendingin hjá Winthereig, er tað annað enn nýggja skegg keisarans?

 

 Páll Poulsen