Nógvur roykur-eingin grind

Gjørdi mær tann ómak at lurta
eftir øllum martýrum sannleikans í Sortudíki fríggjamorgunin.



 



Sjálvt um Dimmalætting ikki er
til, royna teir at mana hana upp úr jørðini. Hon skal snakkast aftur til heiður
og farnar dagar. Stirðil er í líkinum.



 



Miðlastuðul, segði borgarstjórin
í Vestmanna, hann helt ikki at R7 átti at fingið miðlastuðul, tí børn hansara
vóru átøk Kim Il Jung. Tað var synd, men bleiv hetta ikki drigið har niður,
júst fyri at harta kappingarneytan, sum í løtum setur kringvarpskulturin í
perspektiv.




Lógin um miðlastuðul er
ekskluderandi, skrivað fyri at summi ikki skulu fáa stuðul. Men fyrst og fremst
fyri at bjarga Sosialinum, sum ríður í skræðuni.



 



Ein krúlla í ekskluderandi lógini
er kravið um at 2 ársverk skulu vera á redaktiónini. Systur Sjúrð Skaale, Eyðna
Skaale, ringdi til Dan Klein, um hann ikki ætlaði sær at søkja. Tí so kundu tey
brúka tað sum argument fyri at avvísa næstan øllum, uttan Sosialin.
Sandportalurin fekk einki og generella støðið lækkar, sum var eingin botnur
til.



 



Støjsendarar, sum tann í
Sortudíki, viðgera ymiskt, men ikki veruligu trupulleikarnar í samfelagnum. Teir
klára í besta føri at forstýra almenna kjakið, tí teir duga ikki at skapa
sakligar referansur. Munur er á pressu og sensuri.



 



Fasta kommentariatið roynir at
tosa um okkurt annað, heldur enn tað sum hendir og hvørjar fylgjurnar eru.



 



At Føroya Løgting lóggevur ávísar
miðlar út úr miðlaheiminum, er gott sæð av Paula Trond Petersen.



 



Eitt annað mál, sum tey áttu at
viðgjørt er gølan í Mentamálaráðnum. Her hevur onkur lagt toku á allan stovnin.
Í fjórða umfari finnur “sakførarin” útav at mótparturin er inhabilur. Men
sensurpressan sær einki, tí her er eingin pressa. Hevur Liljan Weihe ikki krav
uppá sakliga og kvalifiseraða viðgerð? Hava tey sum gjalda 150 kr um mánaðin
ikki krav uppá kvalifiseraða viðgerð á slíkum stovni. Er tað ikki eitt krav at
pressan er kvalifiserað? Nei. Har er eingin pressa.



 



Sendingin hjá Winthereig, er tað
annað enn nýggja skegg keisarans?



 



 Páll Poulsen