
Bridgelandslið - kvinnur:
Randi Strøm, Connie Thomsen, Marjun Restorff, Jóna Grunnveit, Henriette Svendstrup, Jórun Johannesen.
Randi Strøm, Connie Thomsen, Marjun Restorff, Jóna Grunnveit, Henriette Svendstrup, Jórun Johannesen.
NM í bridge verður í Havn 22. mai
Føroysku bridgelandsliðini í bridge skulu frá 22. mai til 25. mai spæla við í norðurlandameistarkappingini í bridge.Fleiri av bestu bridgespælarum í heiminum koma í vikuskiftinum til Føroya at spæla bridge í norðurlandsmeistarakappingini. Norðurlond eru millum fremstu bridgetjóðir í heiminum og fleiri spælarar á norðurlendsku landsliðunum teljast millum teir bestu yvirhøvur.
NM-kappingin verður í ár spæld á Hotel Føroyum frá fríggjamorgni 22. mei kl. 10 til sunnudagin 24. mai kl. 13.00.
NM er skipað sum kapping í tveimum røðum – einum opnum raði og einum kvinnuraði. Føroyar hava landslið við í báðum røðum.
Áskoðarar kunnu vitja á Hotel Føroyum og fylgja við í kappingini. Til ber eisini at fylgja kappingini beinleiðis á netinum á www.bridge.fo
Á føroyska landsliðnum í opnum raði eru: Sínum Lassaberg-Rói á Rógvi Joensen, Bogi Simonsen-Magni Jøkladal og Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr.
Á kvinnulandsliðnum eru Marjun Restorff-Jóna Grunnveit, Henriette Svendstrup-Jórun Johannesen og Connie Thomsen-Randi Strøm.
Landsliðsvenjari eru Jacob Røn úr Danmark.