NM í bridge verður í Havn 22. mai


Føroysku bridgelandsliðini í bridge skulu frá 22. mai til 25. mai spæla við í norðurlandameistarkappingini í bridge.

Fleiri av bestu bridgespælarum í heiminum koma í vikuskiftinum til Føroya at spæla bridge í norðurlandsmeistarakappingini. Norðurlond eru millum fremstu bridgetjóðir í heiminum og fleiri spælarar á norðurlendsku landsliðunum teljast millum teir bestu yvirhøvur.

NM-kappingin verður í ár spæld á Hotel Føroyum frá fríggjamorgni 22. mei kl. 10 til sunnudagin 24. mai kl. 13.00.

NM er skipað sum kapping í tveimum røðum – einum opnum raði og einum kvinnuraði. Føroyar hava landslið við í báðum røðum.

Áskoðarar kunnu vitja á Hotel Føroyum og fylgja við í kappingini. Til ber eisini at fylgja kappingini beinleiðis á netinum á www.bridge.fo

Á føroyska landsliðnum í opnum raði eru: Sínum Lassaberg-Rói á Rógvi Joensen, Bogi Simonsen-Magni Jøkladal og Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr.

Á kvinnulandsliðnum eru Marjun Restorff-Jóna Grunnveit, Henriette Svendstrup-Jórun Johannesen og Connie Thomsen-Randi Strøm.

Landsliðsvenjari eru Jacob Røn úr Danmark.