Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýskipaða nevndin í Føroya Pedagogfelag. Fremst úr vinstru eru tað Irdi Lið Gaardlykke, nevndarlimur, og Elin N. W. Tausen, næstforkvinna. Aftanfyri úr vinstru eru tað Marjun E. Petersen, nevndarlimur, Maud Wang Hansen, forkvinna, og Bjarni Beder, skrivari.

Nevndin skipað av nýggjum

Elin N. W. Tausen er nýggj næstforkvinna í nevndini í Føroya Pedagogfelag. Hon fær sessin eftir Jógvan Philbrow, sum er farin úr nevndini. Nýggj í nevndini er Marjun E. Petersen.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur í dag skipað seg av nýggjum, eftir at Jógvan Philbrow, ið var næstformaður, fyrr í summar segði seg úr nevndini.

Elin N. W. Tausen er nú næstforkvinna í nevndini, og Marjun E. Petersen, námsfrøðingur, sum var næst valdi tiltakslimur, hevur fingið fast sæti í nevndini.

Hetta er triðja nevndarbroytingin í ótíð innan stutta tíð í Pedagogfelagnum. Á aðalfundinum í apríl varð Irdi Lið Gaardlykke nevniliga vald sum nýtt hjálparfólkaumboð, eftir at Jannie Sofía í Skálum vegna námsfrøðilestur hevði sagt seg úr nevndini, eitt ár áðrenn hennara valskeið var úti.

 Og á aðalfundinum fekk Bjarni Beder, námsfrøðingur, ið var fyrst valdur tiltakslimur, eisini beinanvegin sæti í nevndini fyri Wenzel Olsen, hvørs nevndarskeið ikki rennur út fyrr enn á næsta aðalfundi, men sum hevði biðið um og fingið játtað farloyvi frá nevndararbeiðnum.

Nú Jógvan Philbrow eisini er farin úr nevndini, og Marjun E. Petersen hevur tikið sæti í har, er bert ein tiltakslimur eftir, nevniliga Oda Dalfoss, hjálparfólk.

Seinni í vikuni verður grein her á heimasíðuni, har Jógvan Philbrow fer at greiða nærri frá síni avgerð um at siga nevndarsessin í Pedagogfelagnum frá sær.