Nevndin skipað av nýggjum



Elin N. W. Tausen er nýggj næstforkvinna í nevndini í Føroya Pedagogfelag. Hon fær sessin eftir Jógvan Philbrow, sum er farin úr nevndini. Nýggj í nevndini er Marjun E. Petersen.







Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur í dag skipað seg av nýggjum, eftir at Jógvan Philbrow, ið var næstformaður, fyrr í summar segði seg úr nevndini.


Elin N. W. Tausen er nú næstforkvinna í nevndini, og Marjun E. Petersen, námsfrøðingur, sum var næst valdi tiltakslimur, hevur fingið fast sæti í nevndini.


Hetta er triðja nevndarbroytingin í ótíð innan stutta tíð í Pedagogfelagnum. Á aðalfundinum í apríl varð Irdi Lið Gaardlykke nevniliga vald sum nýtt hjálparfólkaumboð, eftir at Jannie Sofía í Skálum vegna námsfrøðilestur hevði sagt seg úr nevndini, eitt ár áðrenn hennara valskeið var úti.

 Og á aðalfundinum fekk Bjarni Beder, námsfrøðingur, ið var fyrst valdur tiltakslimur, eisini beinanvegin sæti í nevndini fyri Wenzel Olsen, hvørs nevndarskeið ikki rennur út fyrr enn á næsta aðalfundi, men sum hevði biðið um og fingið játtað farloyvi frá nevndararbeiðnum.


Nú Jógvan Philbrow eisini er farin úr nevndini, og Marjun E. Petersen hevur tikið sæti í har, er bert ein tiltakslimur eftir, nevniliga Oda Dalfoss, hjálparfólk.


Seinni í vikuni verður grein her á heimasíðuni, har Jógvan Philbrow fer at greiða nærri frá síni avgerð um at siga nevndarsessin í Pedagogfelagnum frá sær.