
Meira til av toski, hýsu og upsa
Fyrri parturin av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á føroyska landgrunninum er júst liðugur, har 52 av tilsamans 100 hálum vórðu tikin. Tað var meira enn dupult so nógv at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til sama túr í fjør og hetta komst ikki bert av einstøkum frágera góðum hálum.
Les meira um túrin við at trýsta her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2017/FRAG1704.pdf, men bestu samanbering við onnur ár fæst við at lesa túrfrágreiðingina fyri túr 1706, har úrslit fyri øll 100 hálini eru víst.