Fyrri parturin av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á føroyska landgrunninum er júst liðugur, har 52 av tilsamans 100 hálum vórðu tikin. Tað var meira enn dupult so nógv at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til sama túr í fjør og hetta komst ikki bert av einstøkum frágera góðum hálum.