Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Meira: Grafisk Sambond

Grafisk Sambond er ein forkunnug framsýning við dygdargóðari grafiskari list, sum er framleidd til høvið í Steinprenti í Havn av listafólkunum: Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg.

Steinprent hevur mong ár knýtt gróðrarmikil grafisk sambond millum Føroyar og Norðurlond. Grafisk Sambond er ein stór verkætlan, sum í fyrsta umfari fevnir um nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum, ið hava rannsakað steinprentið og leitað fram óuppdagaðar møguleikar við tøkninum.

Listafólkini fevna um fleiri ættarlið og teirra list er sera ymisk og fjølbroytt. Tey hava arbeitt í eitt tíðarskeið í Steinprenti við prentum í stórari stødd. Summi teirra eru royndir grafikarar, meðan tað fyri onnur er fyrstu ferð, tey fáast við steinprent. Síðan steinprentið varð uppfunnið í 1796, hevur tað hugtikið fleiri ættarlið av listafólkum fram til í dag, ikki minst tí tað hevur givið teimum høvið at arbeiða nógv meira spontant enn innan fyri onnur eldri prenttøkni. Litografi er um somu tíð sera einfalt og ógvuliga komplekst tøkni, sum í fleiri ár hevur verið fyri stórari menning í Steinprenti.

Grafisk Sambond er ein ferðaframsýning, sum hevur verið framsýnd í Hjørring og í Kastrupgaardsamlingen, umframt í Norðurlandahúsinum. Til framsýningina er framleitt eitt katalog á donskum við smærri tekstum um listafólkini og teirra verk.

Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Julie Sass,  Peter Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik eru til staðar til upplatingina.