Meira: Grafisk Sambond

Grafisk Sambond er ein forkunnug framsýning við dygdargóðari
grafiskari list, sum er framleidd til høvið í Steinprenti í Havn av
listafólkunum: Bjørn Nørgaard, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven
Balslev, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen,
Svend-Allan Sørensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg.

Steinprent hevur mong ár knýtt gróðrarmikil grafisk sambond millum Føroyar og
Norðurlond. Grafisk Sambond er ein stór verkætlan, sum í fyrsta umfari fevnir um
nøkur av navnframastu donsku samtíðarlistafólkunum, ið hava rannsakað
steinprentið og leitað fram óuppdagaðar møguleikar við tøkninum.

Listafólkini fevna um fleiri ættarlið og teirra list er sera ymisk og fjølbroytt. Tey hava arbeitt í eitt tíðarskeið í
Steinprenti við prentum í stórari stødd. Summi teirra eru royndir grafikarar,
meðan tað fyri onnur er fyrstu ferð, tey fáast við steinprent. Síðan
steinprentið varð uppfunnið í 1796, hevur tað hugtikið fleiri ættarlið av
listafólkum fram til í dag, ikki minst tí tað hevur givið teimum høvið at
arbeiða nógv meira spontant enn innan fyri onnur eldri prenttøkni. Litografi er
um somu tíð sera einfalt og ógvuliga komplekst tøkni, sum í fleiri ár hevur
verið fyri stórari menning í Steinprenti.

Grafisk Sambond er ein ferðaframsýning, sum hevur
verið framsýnd í Hjørring og í Kastrupgaardsamlingen, umframt í
Norðurlandahúsinum. Til framsýningina er framleitt eitt katalog á donskum við
smærri tekstum um listafólkini og teirra verk.

Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Julie Sass,  Peter
Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik eru til staðar til
upplatingina.