Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Matvørumyndugleikin í Brasil kemur á vitjan í Føroyum

Brasilski matvørumyndugleikin MAPA kemur til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst, við tí endamáli at góðkenna Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum skikkaðan eftirlitsmyndugleika.

Brasilska vitjanin í Føroyum varir 10 arbeiðsdagar. Tvey eftirlitsfólk frá MAPA vitja og kanna Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuna verður farið á eftirlitsvitjan á 10 ymiskum fiska- og alivirkjum, verksmiðjuskipum og alibrúkum.

Á vitjanini skulu brasilsku myndugleikarnir kanna og góðkenna føroyska matvøruframleiðslu og eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, við tí fyri eyga at fáa ein regluligan føroyskan útflutning til Brasil í lag. Við væntaðu góðkenningini verður tað Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum verður skikkaður eftirlitsmyndugleiki mótvegis myndugleikanum í Brasil, MAPA.

Føroysk virki, sum vilja útflyta fiskavøru og fiskaúrdrátt til Brasil, skulu boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá innan 18. juni 2019, soleiðis at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðkenna og seta virkini á sonevnda Brasil listan. Gjørt verður vart við, at virki, sum vilja útflyta til Brasil, skulu frammanundan vera á ES listanum.

Avgerð verður tikin um, hvar MAPA og HFS fara á eftirlitsvitjan, tá freistin um tilmelding til brasilska listan er farin, og greitt er, hvørji virki hava ætlanir um at útflyta til Brasil.

Eftirlitsvitjanirnar verða lagdar til rættis soleiðis, at vitjað verður á einum virki av hvørjum slagi, sum á tann hátt umboða hini virkini innan somu framleiðslu.

Eftir ætlan kemur brasilski myndugleikin á eftirlitsvitjan í september 2019.

Nærri fæst at vita frá Maluni Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðari á Matvørudeildini.