Matvørumyndugleikin í Brasil kemur á vitjan í Føroyum

Brasilski matvørumyndugleikin MAPA kemur til Føroya á
eftirlitsvitjan í heyst, við tí endamáli at góðkenna
Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum skikkaðan
eftirlitsmyndugleika.


Brasilska vitjanin í Føroyum varir 10 arbeiðsdagar. Tvey
eftirlitsfólk frá MAPA vitja og kanna Heilsufrøðiligu
starvsstovuna, og saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu
starvsstovuna verður farið á eftirlitsvitjan á 10 ymiskum fiska- og
alivirkjum, verksmiðjuskipum og alibrúkum.



Á vitjanini skulu brasilsku myndugleikarnir kanna og góðkenna
føroyska matvøruframleiðslu og eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, við tí fyri eyga at fáa ein regluligan føroyskan
útflutning til Brasil í lag. Við væntaðu góðkenningini verður tað
Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum verður skikkaður
eftirlitsmyndugleiki mótvegis myndugleikanum í Brasil, MAPA.


Føroysk virki, sum vilja útflyta fiskavøru og fiskaúrdrátt til
Brasil, skulu boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá innan 18. juni
2019, soleiðis at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðkenna og
seta virkini á sonevnda Brasil listan. Gjørt verður vart við, at
virki, sum vilja útflyta til Brasil, skulu frammanundan vera á ES
listanum.


Avgerð verður tikin um, hvar MAPA og HFS fara á eftirlitsvitjan,
tá freistin um tilmelding til brasilska listan er farin, og greitt
er, hvørji virki hava ætlanir um at útflyta til Brasil.


Eftirlitsvitjanirnar verða lagdar til rættis soleiðis, at vitjað
verður á einum virki av hvørjum slagi, sum á tann hátt umboða hini
virkini innan somu framleiðslu.


Eftir ætlan kemur brasilski myndugleikin á eftirlitsvitjan í
september 2019.


Nærri fæst at vita frá Maluni Nicolinudóttir Mikkelsen,
deildarleiðari á Matvørudeildini.