Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast Øssur Hansen, virkisleiðari, Hans Jákup Mikkelsen stjóri og Durita Nielsen, góðskuleiðari.

Marine Harvest, Strendur hevur fingið løggilding

Marine Harvest, heimsins stórsta alifelag, við deild í Føroyum, hevur arbeitt við at byrjað framleiðslu av alilaksi, á  kryvjivirkinum á Strondum.

Felagið hevur deildir og virkir í Europa og eisini okkurt uttanfyri.  Felagið setir  strong krøv til matvørutrygd, reinføri og góðsku.

Hetta setir sjálvandi krøv til góðsku- og framleiðslufólkini, men samstundir hava tey stuðul aftanfyri seg, um á stendur í framleiðsluni.

Í dag hevur virkið fingið løggilding frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til heilan ísaðan laks. Framleiðslan byrjar eisini í dag.

Vit ynskja Marine Harvest góða eydnu við nýggja virkinum.