Marine Harvest, Strendur hevur fingið løggilding
Marine Harvest, heimsins stórsta alifelag, við deild í Føroyum, hevur arbeitt við at byrjað framleiðslu av alilaksi, á kryvjivirkinum á Strondum.
Felagið hevur deildir og virkir í Europa og eisini okkurt uttanfyri. Felagið setir strong krøv til matvørutrygd, reinføri og góðsku.
Hetta setir sjálvandi krøv til góðsku- og framleiðslufólkini, men samstundir hava tey stuðul aftanfyri seg, um á stendur í framleiðsluni.
Í dag hevur virkið fingið løggilding frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til heilan ísaðan laks. Framleiðslan byrjar eisini í dag.
Vit ynskja Marine Harvest góða eydnu við nýggja virkinum.