
Manningin á Bob Barker noktað innferð til Føroyar
Politiið í Føroyum hevur í dag avvíst 21 fólk, sum eru partur av manningini umborð á skipinum "Bob Barker", sum kom á Sund mánadagin.
Avvísingin er heimilað í føroysku
útlendingalóggávuni og er grundað á atlitið til lóg og landaskil.
Pressutalsmaður: Andras Marr Poulsen,
varapolitiinspektørur.