Manningin á Bob Barker noktað innferð til Føroyar

Politiið í Føroyum hevur í dag avvíst 21
fólk, sum eru partur av manningini umborð á skipinum "Bob Barker",
sum kom á Sund mánadagin.



Avvísingin er heimilað í føroysku
útlendingalóggávuni og er grundað á atlitið til lóg og landaskil.



Pressutalsmaður: Andras Marr Poulsen,
varapolitiinspektørur.