Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Makrelkioskir Fólkaflokksins

Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt Fólkaflokksformannin forhánisliga gera vart við, at tað kom ikki uppá tal við eini uppboðsølu av fiskirættindum, frá eini kiosk á Vaglinum.

Men nú hevur so Kringvarpið skjalprógva, at makrelbúðir við Fólkaflokksins vælsignilsi luta út fólksins ogn. Ein makrelbúð á Økrum, meðan onnur liggur í Sundalagnum.  Meðan tann á Økrum lutar fiskirættindi í milliónaklassanum út ókeypis, so er tað makrelbúðin í Sundalagnum sum er aktørurin ið setir dagsskránna. Í millum annað hvønn prís og hvussu nógvar milliónir skulu inn á konto teirra, fyri  makreloyvini hesi hava fingið ókeypis frá Fiskimálaráðnum.

Sambært Kringvarpinum sum hevur fingið innlit í hesi skjøl, so er dagprísurin at keypa kvotu frá kvotabarónunum, 35 % av avreiðingarvirðinum. Sum eg skilti so hevði eitt reiðarí keypt 7000 tons av makreli frá makrelbúðini í Sundalagnum. Fyri hesi tonsini skuldi reiðaríi leggja 3,5 milliónir krónur á borðið. Harafturat skal gjaldast tilfeingisgjald í landskassan, soleiðis at áðrenn ein byrjar fiskiskap, so hevur reiðarin eina skuld sum svarar til 45 %  av metta avreiðingavirðinum.

Henda gongd hevur í áratíggjir verið kjarnan í fiskivinnupolitikki Fólkaflokksins. Ein gongd sum hevur undirgrivið okkara fiskivinnulóggávu, soleiðis at skuldin bara er vaksin, við tí úrslitið at eingin endurnýggjan av okkara heimaflota  hevur verið seinastu hálvu øldina.

Tildømis gomul línuskip ið eru meira enn eina hálva øld gomul, eru óteljandi ferðir upp í  gjøgnum árini keyp og seld, soleiðis at virði á teimum er fleirfald. Jú eldri tey eru blivin tess meira er virði hækka. Ja, sjálvt skip ið gjøgnum órøkisskap hava ligið á havsins botni, eru seld fyri milliónir, eina og aleina fyri at fáa hendir á tí kvotu ið skipið reiðaríi hevði fingið ókeypis úr Fiskimálaráðnum.

Henda kapitalisering av serliga okkara fiskiflota ið fram er farin við Fólkaflokkinum sum høvusleikara, kemur ar hava við sær, at tað einans eru tey kapitalsterku reiðaríini í uppisjóarflotanum, eins og eigarnir av flakatrolarnum í við tíðini gerast eigarar av okkara heimaflota. Sostatt koma 4-5 reiðarí at eiga allan okkara heimaflota og flotan í Barentshavinum.

Bert tað sum hevur gingið fyri seg í samband við,  at eitt reiðarí kann keypa kvotur, og sama reiðarí leggur fígging á borðið til tað sum svarar til 45 av avreiðingarvirðinum, er fullkomuliga burturvið. Eins og tað vísur greitt, at hetta er strámannavirksemi, tí eingin fíggjarstovnur kann vera við til at fíggja hatta virksemi, sum mest av øllum minnur um gekkaspæl.

So kann ein spyrja seg sjávan, hvussu tað kann bera til, at politiskir flokkar stuðla ein fiskivinnupolitik, har peningur ið gerst tøkur fyri keyp og sølu av kvotum og fiskiloyvum, ikki kan koma tí  føroyska fiskimanninum og annars øllum skattgjaldarnum tilgóðar , men fer ístaðin í lummarnar á nøkrum kvotabarónum.

Sama reiðarí fór fyri tveimum árum út í fjølmiðlarnar og kunngjørdi, at hesi væntaði sær 20.000 tons av føroysku makrelkvotini. Ilt er at siga hví hesir vóru so avgjørdirtá teir fóru í fjølmiðlarnar at kannað sær 20.000 tons av makrelkvotuni fram um aðrar, serliga tá hesi 20.000 tonsini høvdu eitt avreiðingarvirði ið táttaði væl í 150 milliónir krónur.

Helst høvdu teir fingið eitt prei um at teimum untist eina makrelkvotu frá hægri maktum. Undir øllum umstøðum so gjørdist tað so rokaligt við skipinum Asbjørn Senior, at tey 20.000 tonsini ongantíð gjørdist veruleiki.

 Sami Asbjørn Senior hevur aftur verið á breddanum nú um dagarnar, við at ganga uttan Føroya fiskimannafelag, samstundis sum manningarfeløgini hava bannað teirra limum at samstarva við hetta reiðaríi, so leingi sum hýruviðurskiftini við maninngarfeløgini ikki vóru í lagið.

 Og fyri at sleppa sær undan at gjalda manningini tað hesir áttu tilgóðar, so tók  reiðaríi í evstu løtu tað heilt óvanliga stig, at" flagga skipið út" til eina bananrepublik, dagin fyri sum Føroya Rættur skuldi viðgera málið um hýru ið manningin hevði tilgóðar hjá reiðarínum. 

Jú sanniliga, hetta er fiskivinnupolitikkur Fólkaflokksins tá hann er bestur. Kemur hesin flokkur aftur til valdið, so kemur tað ikki at snúgva seg um 10 tals milliónir í kvotabarónarnir stinga í sín egna lumma. Tí við teimum astronomisku virðum í uppisjóarvinnuni í dag, so verða tað við sama  fiskivinnupolitikki hundraðar milliónir í kvotabarónarnir koma at seta inn á sína persónligu konto framyvur.

Tí umrokna vit virðini av makrelkvotuni uppá 150.000 tons og avreiðingarprísurin er sjey krónur kilo., so er samlaða avreiðigarvirði omanfyri milliardina.

Stóri knasturin hjá okkara unga ættarliðið, at sleppa inn í fiskivinnuna yvurhøvur er og hevur verið fiskivinnupolitikkur Fólkaflokksins. Tey kunna bara keypa sær skip, skrálar Fiskimálaráðharrin. Vit kunna bert taka tað eina av óteljandi dømum, og er tað nógv umtalaða skipi Anita. Hví bleiv skipið selt til Spania ístaðin fyri at føroyingar keyptu skipið. Einfalda orsøkin var, at um føroyingar skuldu keypa skipið, so skuldu teir flyta reiðarnum 7-8 milliónir á hansara persónligu konto fyri kvotuna, áðrenn teir skuldu bjóða uppá sjálvan skrokkin á Anitu. Eingin við vanligum vit og skilið fer at gjalda fyri politisku luftkasteller Fólkaflokksins har meginparturin av peninginum skal niður í lummarnar á reiðarnum fyri at fáa eitt fiskiloyvi. Ístaðin fyri skal hesin peningur koma okkara unga ættarliðið av fiskimonnum tilgóðar. Tí eingir vanligir fiskimenn hava nakran livandi møguleika at forrenta eina íløgu har 2/3 av íløguni er bert fyri kvotuna hjá skipinum.

Tað eru eisini dømir um, at reiðarí sum er gavst í fiskivinnuni har skipið hevði eitt virði uppá 100 milliónir krónur. Men tá skipið var selt, so ljóðaði keypsvirði uppá 300 millónir krónur, tí sjálv kvotan hevði eitt virði uppá 200 milliónir krónur.

Sá í donskun fjølmiðli herfyri, at ein stjóri á danskari fyritøku í fráfaringargávu fekk  " et gyldent håndtryk " har hann fekk 41 milliónir krónur inn á sína konto..  Hetta er júst sami fiskivinnupolitikkur ið tann Føroyski Fólkaflokkurin hevur staðið garantur fyri.

Allir flokkar eins og flestu veljarar eru greið yvur, at einasti møguleiki at fáa eina breiða, burðardygga og gjøgnumskygda fiskivinnuavtalu í komandi valskeiðið, er uttan um Fólkaflokkinin. Rós til teir í Sambandsflokkinum ið stóðu stinnir, og ikki boygdu seg fyri trýstinum soleiðis, at vi ikki fingu eina fiskivinnuskipan eftir leisti Fólkaflokksins.

Vónandi finna allir flokkar saman aftaná løgtingsvalið, og gera eina  fiskivinnuavtalu fyrst í komandi valskeiðið.

Frank Davidsen