Makrelkioskir Fólkaflokksins

Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt
Fólkaflokksformannin forhánisliga gera vart við, at tað kom ikki uppá tal við
eini uppboðsølu av fiskirættindum, frá eini kiosk á Vaglinum.



Men nú hevur so Kringvarpið skjalprógva, at makrelbúðir við
Fólkaflokksins vælsignilsi luta út fólksins ogn. Ein makrelbúð á
Økrum, meðan onnur liggur í Sundalagnum.  Meðan tann á Økrum lutar
fiskirættindi í milliónaklassanum út ókeypis, so er tað makrelbúðin í
Sundalagnum sum er aktørurin ið setir dagsskránna. Í millum
annað hvønn prís og hvussu nógvar milliónir skulu inn á konto teirra,
fyri  makreloyvini hesi hava fingið ókeypis frá Fiskimálaráðnum.



Sambært Kringvarpinum sum hevur fingið innlit í
hesi skjøl, so er dagprísurin at keypa kvotu frá kvotabarónunum, 35
% av avreiðingarvirðinum. Sum eg skilti so hevði eitt reiðarí keypt 7000
tons av makreli frá makrelbúðini í Sundalagnum. Fyri hesi tonsini skuldi
reiðaríi leggja 3,5 milliónir krónur á borðið. Harafturat skal gjaldast
tilfeingisgjald í landskassan, soleiðis at áðrenn ein byrjar fiskiskap, so
hevur reiðarin eina skuld sum svarar til 45 %  av
metta avreiðingavirðinum.



Henda gongd hevur í áratíggjir verið kjarnan í
fiskivinnupolitikki Fólkaflokksins. Ein gongd sum hevur undirgrivið okkara fiskivinnulóggávu,
soleiðis at skuldin bara er vaksin, við tí úrslitið at eingin
endurnýggjan av okkara heimaflota  hevur verið seinastu hálvu øldina.



Tildømis gomul línuskip ið eru meira enn eina
hálva øld gomul, eru óteljandi ferðir upp í  gjøgnum árini keyp og
seld, soleiðis at virði á teimum er fleirfald. Jú eldri tey eru blivin tess
meira er virði hækka. Ja, sjálvt skip ið gjøgnum órøkisskap hava ligið á
havsins botni, eru seld fyri milliónir, eina og aleina fyri at fáa hendir á tí
kvotu ið skipið reiðaríi hevði fingið ókeypis úr Fiskimálaráðnum.



Henda kapitalisering av serliga okkara
fiskiflota ið fram er farin við Fólkaflokkinum sum høvusleikara, kemur ar
hava við sær, at tað einans eru tey kapitalsterku reiðaríini í
uppisjóarflotanum, eins og eigarnir av flakatrolarnum í við tíðini
gerast eigarar av okkara heimaflota. Sostatt koma 4-5 reiðarí at eiga
allan okkara heimaflota og flotan í Barentshavinum.



Bert tað sum hevur gingið fyri seg í
samband við,  at eitt reiðarí kann keypa kvotur, og sama
reiðarí leggur fígging á borðið til tað sum svarar til 45 av
avreiðingarvirðinum, er fullkomuliga burturvið. Eins og tað vísur greitt,
at hetta er strámannavirksemi, tí eingin fíggjarstovnur kann vera við til
at fíggja hatta virksemi, sum mest av øllum minnur um gekkaspæl.



So kann ein spyrja seg sjávan, hvussu tað kann
bera til, at politiskir flokkar stuðla ein fiskivinnupolitik, har peningur ið
gerst tøkur fyri keyp og sølu av kvotum og fiskiloyvum, ikki kan koma
tí  føroyska fiskimanninum og annars øllum skattgjaldarnum tilgóðar , men
fer ístaðin í lummarnar á nøkrum kvotabarónum.



Sama reiðarí fór fyri tveimum árum út í
fjølmiðlarnar og kunngjørdi, at hesi væntaði sær 20.000 tons av
føroysku makrelkvotini. Ilt er at siga hví hesir vóru
so avgjørdirtá teir fóru í fjølmiðlarnar at kannað sær 20.000 tons av
makrelkvotuni fram um aðrar, serliga tá hesi 20.000 tonsini høvdu eitt
avreiðingarvirði ið táttaði væl í 150 milliónir krónur.



Helst høvdu teir fingið eitt prei um
at teimum untist eina makrelkvotu frá hægri maktum. Undir øllum umstøðum
so gjørdist tað so rokaligt við skipinum Asbjørn Senior, at tey
20.000 tonsini ongantíð gjørdist veruleiki.



 Sami Asbjørn Senior hevur aftur verið á
breddanum nú um dagarnar, við at ganga uttan Føroya
fiskimannafelag, samstundis sum manningarfeløgini hava bannað teirra
limum at samstarva við hetta reiðaríi, so leingi sum hýruviðurskiftini við
maninngarfeløgini ikki vóru í lagið.



 Og fyri at sleppa sær undan at gjalda
manningini tað hesir áttu tilgóðar, so tók  reiðaríi
í evstu løtu tað heilt óvanliga stig, at" flagga skipið út" til
eina bananrepublik, dagin fyri sum Føroya Rættur skuldi viðgera málið um hýru
ið manningin hevði tilgóðar hjá reiðarínum. 



Jú sanniliga, hetta er fiskivinnupolitikkur
Fólkaflokksins tá hann er bestur. Kemur hesin flokkur aftur til valdið, so
kemur tað ikki at snúgva seg um 10 tals milliónir í kvotabarónarnir stinga í
sín egna lumma. Tí við teimum astronomisku virðum í uppisjóarvinnuni í
dag, so verða tað við sama  fiskivinnupolitikki hundraðar milliónir í
kvotabarónarnir koma at seta inn á sína persónligu konto framyvur.



Tí umrokna vit virðini av makrelkvotuni uppá
150.000 tons og avreiðingarprísurin er sjey krónur kilo., so er samlaða
avreiðigarvirði omanfyri milliardina.



Stóri knasturin hjá okkara unga ættarliðið, at
sleppa inn í fiskivinnuna yvurhøvur er og hevur verið fiskivinnupolitikkur
Fólkaflokksins. Tey kunna bara keypa sær skip, skrálar Fiskimálaráðharrin. Vit
kunna bert taka tað eina av óteljandi dømum, og er tað nógv
umtalaða skipi Anita. Hví bleiv skipið selt til Spania ístaðin fyri
at føroyingar keyptu skipið. Einfalda orsøkin var, at um føroyingar skuldu
keypa skipið, so skuldu teir flyta reiðarnum 7-8 milliónir á hansara persónligu
konto fyri kvotuna, áðrenn teir skuldu bjóða uppá sjálvan skrokkin á
Anitu. Eingin við vanligum vit og skilið fer at gjalda fyri politisku
luftkasteller Fólkaflokksins har meginparturin av peninginum
skal niður í lummarnar á reiðarnum fyri at fáa eitt fiskiloyvi. Ístaðin
fyri skal hesin peningur koma okkara unga ættarliðið av
fiskimonnum tilgóðar. Tí eingir vanligir fiskimenn hava nakran livandi
møguleika at forrenta eina íløgu har 2/3 av íløguni er bert fyri
kvotuna hjá skipinum.



Tað eru eisini dømir um, at reiðarí sum er gavst
í fiskivinnuni har skipið hevði eitt virði uppá 100 milliónir krónur. Men tá
skipið var selt, so ljóðaði keypsvirði uppá 300 millónir krónur, tí sjálv
kvotan hevði eitt virði uppá 200 milliónir krónur.



Sá í donskun fjølmiðli herfyri, at ein stjóri á
danskari fyritøku í fráfaringargávu fekk  " et gyldent
håndtryk " har hann fekk 41 milliónir krónur inn á sína konto.. 
Hetta er júst sami fiskivinnupolitikkur ið tann Føroyski Fólkaflokkurin hevur
staðið garantur fyri.



Allir flokkar eins og flestu veljarar eru greið
yvur, at einasti møguleiki at fáa eina breiða, burðardygga og
gjøgnumskygda fiskivinnuavtalu í komandi valskeiðið, er uttan
um Fólkaflokkinin. Rós til teir í Sambandsflokkinum ið stóðu stinnir, og
ikki boygdu seg fyri trýstinum soleiðis, at vi ikki fingu eina fiskivinnuskipan
eftir leisti Fólkaflokksins.



Vónandi finna allir flokkar saman aftaná
løgtingsvalið, og gera eina  fiskivinnuavtalu fyrst í komandi valskeiðið.



Frank Davidsen