Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magni Mohr fekk ársins miðlaheiðursløn 2018

Á Vísindavøkuni 28. september varð kunngjørt, at Magni Mohr fekk ársins miðlaheiðursløn.

Tað var sætta ferðin, at Granskingarráðið lat heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av gransking.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast í ár, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Hon er sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri Fróðskaparsetrið og einum umboði fyri Granskingarráðið. Hesi eru Jón Brian Hvidtfeldt, Anna Katrin Matras og Dagmar Joensen-Næs.

Tað var Jón Brian Hvidtfeldt, sum avdúkaði, hvør fekk heiðurin.

Les grundgevingarnar á:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/magni-mohr-fekk-arsins-midlaheidurslon-2018/

Tað er gaman í at nýta tilfarið á gransking.fo, bara keldan verður upplýst.