Magni Mohr fekk ársins miðlaheiðursløn 2018

Á Vísindavøkuni 28.
september varð kunngjørt, at Magni Mohr fekk ársins miðlaheiðursløn.



Tað var sætta ferðin, at
Granskingarráðið lat heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av
gransking.



Ein dómsnevnd valdi, hvør
skuldi heiðrast í ár, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Hon er
sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri
Fróðskaparsetrið og einum umboði fyri Granskingarráðið. Hesi eru Jón Brian
Hvidtfeldt, Anna Katrin Matras og Dagmar Joensen-Næs.



Tað var Jón Brian
Hvidtfeldt, sum avdúkaði, hvør fekk heiðurin.



Les
grundgevingarnar á:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/magni-mohr-fekk-arsins-midlaheidurslon-2018/


Tað er gaman í at nýta
tilfarið á gransking.fo, bara keldan verður upplýst.